Tíðindi
25. november 2026
Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum
Foreldur kunnu nú rita inn í Kervi+ við Samleikanum. Kervi+ kann eisini leggjast á heima-skíggjan á telefonini, so tað er lætt og skjótt at kanna tímatalvu, vikuætlan og annað viðkomandi.
Á egnari telefon kanst tú velja at vera verandi innritað/ur. Tá sleppur tú undan at rita inn við Samleikanum hvørja ferð, tú skalt inn í Kervi+.
Hevur tú fleiri leiklutir í Kervi+, til dømis sum foreldur, lærari og lesandi, kanst tú lætt skifta millum leiklutirnar uttan at rita út og inn aftur.
Fá vegleiðing um, hvussu tú leggur Kervi+ á heimaskíggjan her
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við KT-hjálpina.