Leiðsla og organisatión

Verkstova um strategiska leiðslu av smidligum kt-menningartilgongdum

 

10-05-2022   -   Kunningarfundur (MS Teams)

24-05-2022   -   Verkstova (Nám/UVS)

09-06-2022   -   Uppfylgingarfundur (MS Teams)

 
Strategiska tilgongdin, sum vit hava valt í sambandi við kt-heildarætlanina, kemur at føra við sær grundleggjandi umleggingar av kt-brúkinum og dátubrúkinum í skúlaverkinum. Ein og hvør broytingartilgongd er krevjandi og setir krøv til leiðslu og samskipan av tilgongdum í øllum geiranum, soleiðis at vit, hvør á okkara stað, megna at arbeiða við og lofta egnum broytingar- og menningartilgongdum. Okkara útbúgvingarstovnar eru á ymiskum stigum viðvíkjandi kt-nýtslu, tørvi og førleikum. Væntanir til ávirkan og grundleggjandi broytingar á ymsu skúlunum, eru tí eisini ymisk. Fyri at lofta avbjóðingum og møguleikum, sum kt-heildarætlanin hevur við sær, er tørvur á eini praksisgrundaðari førleikamenningartilgongd á økjum, sum viðvíkja strategiini.  
 
Verkstovan viðger eina avbjóðing og eitt fakligt evni: 

  • Stýring og luttøka í smidligu kt-menningartilgongdini, sum vit hava sett í verk. Málið er at økja um kunnleikan um smidligu kt-menningartilgongdina og at gera luttakararnar á verkstovuni betur førar fyri at seta viðkomandi spurningar um stýring og leiðslu í tilgongdini, soleiðis at vit tryggja, at vit koma á mál innan givnar fíggjar- og tíðarkarmar. 
  • Fakliga evnið verður valt sambært status í kt-heildarætlanini. 

Verkstovan um strategiska leiðslu av smidligum kt-menningartilgongdum verður framd eftir hesum meginreglum:  

  • Verkstova við aktivari luttøku. 
  • Talgilt tilfar. 
  • Aktiónslæring í bólkum við heimauppgávu, frágreiðing og fakligari afturboðan til bólkin og hinar luttakararnar. 
  • Trupulleika- og praksisgrundað læring við støði í ítøkiligum avbjóðingum. 


Snúningsdepilin verður tilgongdin at skapa meining, sum verður ald fram í felags samskifti millum ymiskar áhugapartar. Royndirnar hjá hvørjum einstøkum luttakara eru týdningarmikið íkast til tilgongdina og úrslitið. Filmsbrot og lesitilfar skulu geva luttakarunum felags grundarlag fyri at skilja avbjóðingarnar og evnini, ið verða viðgjørd. 
 
UVS hevur valt at menna Lestrarfyrisitingarskipanina (LFS) við viðurkendum og smidligum menningarháttum og í tøttum samstarvi við uttanhýsis veitarar. Rammusáttmálar við støði í førleikakrøvum eru gjørdir við veitarar. Veitarin hevur skyldu til at leggja ávísa orku í og at tryggja fakligt og dygdargott arbeiði. UVS hevur sjálvt ábyrgd av endaligum veitingum, tilgongdum og skipanum. Hesin arbeiðsháttur krevur trygt samstarv, ið støðugt verður tillagað og ment, so hvørt skipanin verður ment. Samstarvið krevur nógv av pørtunum, eitt nú viðvíkjandi fleksibiliteti, áliti og samskifti. Menningartilgongdin av LFS krevur eina detaljeraða og smidliga stýring á operationellum stigi og álitisgrundaða stýring á strategiskum stigi. Henda smidliga tilgongdin er avbjóðandi, um samanborið verður við kendar stýringarmekaniskar menningartilgongdir, sum eru bygdar á neyvar kravfestingar, har arbeitt verður við veitingum, úrslitum og bótum. Ein broytt stýringarhugsan við tøttum menningarsamstarvi, leveringum so hvørt og einum øðrvísi ábyrgdarbýti, hevur onnur krøv og aðrar væntanir til partarnar í slíkari verkætlan – bæði til mennarar, verkætlanareigarar og brúkarar. Á verkstovuni verður arbeitt við avbjóðingum, sum smidliga menningartilgongdin førir við sær viðvíkjandi leiklutum, áhugamálum, møguleikum og fellum, ið krevja eftiransni. Eftir at hava arbeitt við avbjóðingini kunnu luttakararnar rokna við at:  

  • skilja smidligu kt-menningargrundreglurnar og avbjóðingar við háttinum. 
  • vera við til at skilmarka, hvørji vitan tú og tín organisatión hava brúk fyri til at luttaka í kt-menningarætlanini og ráðlegging av tykkara tilfeingi. 
  • kunna koma við afturboðan og hugskotum til stýringarfrymilin, sum arbeitt verður við í menningini av LFS. 

Greinar og bókmentir

Fernandez & Fernandez ( 2008 ) Agile Project Management

Ciric et al ( 2019 ) Agile vs Traditional Approach in Project Management

Hoda et al ( 2010 ) Self-organizing Agile Teams

Morandini et al ( 2021 ) Considerations about the efficiency and sufficiency of the utilization of the Scrum methodology

Lappi & Aaltonen ( 2016 ) Project Governance in public sector agile software projects

Joiner & Josephs ( 2007 ) Developing agile leaders

Rigby et al ( 2016 ) Embracing agile

Doz & Kosonen ( 2010 ) Embedding Strategic Agility

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina