Skúlanet

Kt-hjálpin
Um tú hevur brúk fyri hjálp við Skúlaneti, kanst tú seta teg í samband við kt-hjálpina.
Kt-hjálpin svarar yrkadagar frá kl. 8.00 til 16.00 tó fríggjadag til kl 15.00.
Tú hittir okkum á telefon 610 900 ella teldupost kt-hjalpin@skulin.fo

Kt-hjálpin kann veita tær fjarhjálp umvegis TeamViewer. TeamViewer er eitt forrit, sum gevur okkum møguleika at síggja tín skerm og stýra tíni teldu.
Fyri at fáa fjarhjálp:
1) Trýst á Windows knøttin ⊞Win og leita eftir TeamViewerQS.exe
2) Eitt vindeyga kemur fram har tú skalt seta flugubein í og góðkenna EULA.
3) Ring 610 900 og vit veita tær fjarhjálp.
Helpdesk er skipan, har tú kanst senda fráboðan um brek og villur í Skúlanet. Tú fært eina kvittan, tá ið tú hevur sent boðini og kanst fylgja sakini, inntil hon er loyst.
Allir skúlar og undirvísingarstovnar gera sáttmála við KT Landsins um Skúlanet. Í sáttmálanum er fylgisskjal, ið nágreinar hvørjar tænastur eru - vanliga nevnt SLA (Service Level Agreement).
Sí fylgjiskjal í leinkinum niðanfyri
Sáttmáli um skúlanet - Fylgiskjal I - Tænastur útgreinaðar.pdf