Tíðindi

09. november 2023

Nærum 6. hvør lærari hevur nýtt kjattmenni í undirvísingarfyrireikingini

Kjattmenni (ChatGPT, Bing Chat o.sfr.) sníkir seg spakuliga inn í fólkaskúlarnar. Hetta vísir kanning, sum er gjørd í samband við árligu Læraradagarnar í Norðurlandahúsinum, sum Nám skipar fyri. Evnið hesaferð er talgildisbúgving.

Undirvísingarstýrið hevur í sambandi við Læraradagarnar gjørt kanning, har 484 lærarar hava svarað spurningum um í hvønn mun lærarar brúka ChatGPT, Bing, kjattbottar og talgild amboð í undirvísingarhøpi.

Kanningin vísir, at hóast stutt tíð er fráliðin, síðan vitlíki (AI) og kjattmenni komu á almenna kt-pallin, hevur nærum 6. hvør lærari brúkt kjattmenni til undirvísingarfyrireiking, og 8% av lærarunum hava vegleitt næmingum í at brúka kjattmenni. Ein meiriluti av lærarunum eru stúrnir um, at kjattmenni og vitlíki (Artificial Intelligence) fara alsamt at taka meira yvir í undirvísingini og innlatingum. Tó hava bert trý prosent av lærarunum higartil brúkt kjattmenni í sjálvari undirvísingini.

Kanningini vísir eisini, at lærarar halda vansarnir við at nýta talgild amboð í undirvísingini eru serliga vantandi persónliga samveran, vantandi kritiska hugsan hjá næmingunum, og at næmingar hava ilt við at hugsavna seg. Fyrimunirnir eru tó, at KT nýtslan í undirvísingini skapar eina meira fjølbroytta undirvísing og er eitt stuðlandi amboð hjá lærarum.

Sambært kanningini hava tveir triðingar av skúlunum leiðreglur/politik fyri kt-nýtslu, og ein triðingur av skúlunum, har hesir lærarar starvast, hava eina námsfrøðiliga ætlan fyri kt-førleikar hjá næmingum.

Øll úrslitini frá kanngini síggjast her.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina