Tíðindi

21. august 2023

Eiðis skúli partur av Skúlaneti

Kommunan leggur dent á, at KT og KT trygdin hjá lærarum og næmingum er fyrsta floks.

Í vár gjørdi Eiðis kommuna avtalu við Gjaldstovuna um Skúlanet. Nú skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarfrítíðina, gjørdist Eiðis skúli partur av Skúlaneti. Hetta er tekin um, at kommunan raðfestir KT og KT trygd í undirvísingini.

Í summar hava Gjaldstovan og Undirvísingarstýrið saman við KT veitarum arbeitt við at fáa Eiðis skúla í Skúlanet. Áðrenn næmingarnir komu í skúla eftir summarfrítíðina, varð skipað fyri undirvísing á skúlanum, har starvsfólk vórðu kunnaði um skipanir og mannagongdir í Skúlaneti.

Telduútgerðin á skúlanum er dagførd, samstundis sum skúlin lýkur nútímans krøv um dátuvernd og KT trygd. Endamálið við Skúlaneti er at gera tað lætt og trygt hjá næmingum og starvsfólkum at brúka KT, so betri tíð og umstøður eru til at hugsavna seg um undirvísing og læru.

Í Eiðis skúla eru 12 starvsfólk og 90 næmingar frá forskúla til og við 7. flokk.

Lærarar í Eiðis skúla

”Vit fegnast um vælvildina frá Eiðis kommunu, sum dugdi at síggja tað skilagóða í at dagføra og framtíðartryggja tann partin av virksemi skúlans, sum fer fram talgilt. Eisini vilja vit takka Gjaldstovuni fyri skjótt og gott arbeiði” sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.

Tom Joensen, fyrstiilærari

Á Gjaldstovuni fegnast tey um góða samstarvið. Á leið 3.000 næmingar og 460 lærarar eru partur av Skúlaneti, og talið økist í hvørjum.

Skúlanet skal loysa truplu KT uppgávurnar á skúlunum og við vælvirkandi og tryggum KT kervi, trygd, standardisering og fyrimunum við stórrakstri, gera tað lættari at samstarva í skúlunum.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina