Tíðindi

28. juni 2023

Tórshavnar kommuna gjørt avtalu um Skúlanet

Fyrrapartin í dag gjørdi Tórshavnar kommuna avtalu við Undivísingarstýrið og Gjaldstovuna um Skúlanet, sum fevnir um allar fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Við sínum umleið 3.000 fólkaskúlanæmingum er avtalan eitt týðandi grundarlag fyri samlaðu heildarætlanina fyri KT-umsitingina fyri alt tað føroyska undirvísingarverkið.

Endamálið við Skúlaneti er at veita undirvísingarstovnum í Føroyum eitt gott KT kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, m.a. Skjalhald. Endamálið er at gera tað lætt og trygt hjá næmingum og starvsfólkum at brúka KT amboð í skúlunum, so betri umstøður eru til at savna seg um undirvísing og læru. Harumframt skal fyrisitingin gerast lættari og samskifti millum starvsfólk, næmingar og foreldur verða smidligari.

Við avtaluni fer Tórshavnar kommuna at fáa eitt tíðarhóskandi net, sum lýkir øll neyðug krøv innan KT trygd. Skúlarnir fáa somuleiðis KT hjálp, tá ið teimum tørvar tað.

Gjaldstovan og Undirvísingarstýrið eru sera fegin um avtaluna. Tórshavnar kommuna fevnir um 40% av øllum næmingunum í fólkaskúlunum í Føroyum, og tí er hetta ein sera góður viðspælari.

Í næstum verður farið undir fyrireikingarnar úti á skúlunum, so Skúlanet verður klárt at bjóða næmingum og starvsfólkum í 2024.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina