Tíðindi

10. januar 2023

Køksfólk 10 tímar um vikuna til Kt-eindina í Undirvísingarstýrinum

Hevur tú hug at standa fyri lættari matgerð í Undirvísingarstýrinum, frætta vit fegin frá tær. Arbeiðstíðin er 10 tímar mánadag til hósdag frá umleið kl. 11:00 til 13:30. Nærri avtala kann gerast um arbeiðstíðina. Ein lítil køkur við øllum vanligum hentleikum er knýttur at eindini.

 

Uppgávurnar fevna um:

·       at standa fyri innkeypi

·       at borðreiða við løttum viðskera og salati

·       at rudda av og vaska upp

·       at fyrireika mat og kaffi til verkstovur, fundir o.a.

 

Starvið er tíðaravmarkað fram til 31. desember 2023 við møguleika fyri leinging.

Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn verður send til Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, 100 Tórshavn, ella t-post: undirvising@uvs.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. januar kl.12.00. Starvið verður sett 1. februar 2023 ella skjótast til ber.

Ynskir tú at vita meira, kanst tú ringja ella skriva til Mortan Zachariassen, telefon: 555074 ella t-post mortanz@uvs.fo.

 

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, ið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Í kt-eindini starvast 15 fólk við verkætlan at menna eina nýggja umsitingarskipan til alt skúlaverkið. Meira um verkætlanina er at finna á www.skulin.fo.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina