Tíðindi

18. juli 2022

Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna eru við í Skúlaneti

Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna hava báðar gjørt avtalu við Gjaldstovuna um at gerast partur av Skúlaneti.

Í Runavíkar og Sjóvar kommunu eru fimm skúlar við 645 næmingum og 100 lærarum. Hesi verða øll fevnd av trygdartænastunum í Skúlaneti, sum lúka nógv herdu krøvini um dátuvernd og KT-trygd.

Eisini skal Skúlanet loysa tær ofta truplu KT-uppgávurnar, sum skúlarnir hava.

Skúlanet veitir eitt vælvirkandi og trygt KT-kervi, sum ger tað lættari hjá skúlunum at samstarva, og gevur starvsfólkunum betri stundir til undirvísing og KT-didaktik.

Størsti skúlin í økinum er Runavíkar kommunuskúli við 438 næmingum. Í Oyndarfjarða skúla eru tveir næmingar.

Gjaldstovan og Undirvísingarstýrið eru fegin um góðu undirtøkuna av Skúlanet.

Fríggjadagin skrivaðu Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Durita Tausen, varðastjóri á Gjaldstovuni, undir avtalu um Skúlanet.

Á myndini eru eisini Durita P. Joensen, skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, Hans Michael í Mittúni, varðastjóri og Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla.

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, skrivaði í juni undir avtalu við Gjaldstovuna, sum ger Stranda skúla til part av Skúlaneti.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina