Tíðindi

07. mars 2022

Nýtt og hóskandi verkstovuhøli tikið í nýstlu

Undirvísingarstýrið heldur kósina, í sambandi við menning av felagslestrarfyrisitingarskipanini (LFS).

Undirvísingarstýrið hevur ta seinastu tíðina arbeitt við, at útvega høliskarmar til verkstovur. Hetta hevur eydnast væl. At høliskarmar eru til taks á matrikklinum hjá Undirvísingarstýrinum vísir, at tað verður arbeitt stigvíst fyri at koma á mál, og halda løgdu tíðarætlanina í sambandi við menning av LFS.  Tað vil siga, at góðir høliskarmar eru týðandi treytir, sum stuðla uppundir fremjing av LFS. 

Á teimum ymisku verkstovunum luttaka og samstarva serfrøðingar frá undirvísingargeirunum, til frama fyri at gera neyðugar kravsetingar til komandi LFS. Hesuferð snúði verkstovan seg um grunddata viðvíkjandi lærugreinum.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av versktovuni.

 

 

 

 

 

 

 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina