Tíðindi

05. februar 2024

Størsta kommunan í landinum knýtir í Skúlanet

SKÚLANET: Nú verður ferð sett á verksetingina av Skúlaneti í Tórshavnar kommunu. Næstu tvær vikurnar verða bæði næmingar og starvsfólk stovnaði sum brúkarar, og allar Chromebooks fluttar yvir í skúlanet-umhvørvið.

Ferð er komin á fyrireikingarnar at fáa skúlarnar í Tórshavnar kommunu í Skúlanet. Í farnu viku var felags kunnandi tiltaki fyri skúlunum um, hvussu tú umsitur Chromebooks í Skúlaneti. Talan er um tiltak, sum Undirvísingarstýrið og Gjaldstovan skipaðu fyri í felag.

Verksetingin
Sjálv verksetingin byrjar annars í dag 5. februar, tá ið 2.975 næmingar verða innlimaðir, og allar 1.575 Chromebooks verða stovnaðar og fluttar yvir í Skúlanet. Næmingar verða stovnaðir við loyniorði til teirra @skulin.fo teldupostadressu, sum teir hava fingið úr Kervi. Hetta merkir, at næmingar ikki merkja aðra broyting enn, at tað nú verður lættari at rita inn. Single Sign-On (SSO) er í Skúlaneti, og tí ritar brúkarin bara inn við hesum eina loyniorðinum.

Vikuna eftir, mánadagin 12. februar, verða øll 445 starvsfólk í teimum 10 skúlunum í kommununi innlimaði.

Eftirfylgjandi umsita skúlarnir næmingar og starvsfólk sum vanligt í Kervi, og allar broytingar av brúkarum í Kervi verða dagførdar sjálvvirkandi í Skúlaneti.

Við hesi innliman tekur Skúlanet risa fet fram móti málinum at miðsavna føroyska skúlaverkið í eitt tryggari og meira tíðarhóskandi Kt-kervi.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina