Skúlanet

Kt-hjálpin

Um tú hevur brúk fyri hjálp við Skúlaneti, kanst tú seta teg í samband við kt-hjálpina. 

Kt-hjálpin svarar yrkadagar frá kl. 8.00 til 16.00 tó fríggjadag til kl 15.00.

Tú hittir okkum á telefon 610 900 ella teldupost kt-hjalpin@skulin.fo

Remote help / Ekstern hjælp

Kt-hjálpin kann veita fjarhjálp umvegis Remote Help. Remote Help er forrit, sum gevur starvsfólkum í kt-hjálpini møguleika at síggja skermin hjá viðkomandi, ið fær hjálp.

Far til Remote help:

Trýst á Windows knapping: ⊞ Win og leit eftir: Remote Help

Rita inn við tínum brúkara.

Ring 610 900 og tú fært eina kotu frá okkum, sum tú skrivar inn í teigin.

 

Helpdesk

Helpdesk er skipan, har tú kanst senda fráboðan um brek og villur í Skúlanet. Tú fært eina kvittan, tá ið tú hevur sent boðini og kanst fylgja sakini, inntil hon er loyst.

Far til Servicedesk

Tænastusáttmáli

Allir skúlar og undirvísingarstovnar gera sáttmála við KT Landsins um Skúlanet. Í sáttmálanum er fylgisskjal, ið nágreinar hvørjar tænastur eru - vanliga nevnt SLA (Service Level Agreement).

Sí fylgjiskjal í leinkinum niðanfyri

Sáttmáli um skúlanet - Fylgiskjal I - Tænastur útgreinaðar.pdf

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina