Tíðindi

27. oktober 2021

Kick off Skjalhald fyri skúlar

Íverksetanin av Skjalhaldi er farin í gongd. Í hesum sambandi skipaðu Undirvísingarstýrið og Gjaldstovan fyri einum kunnandi tiltaki herfyri, sum, orsakað av koronu, fór fram umvegis Teams. Umboð fyri 18 miðnáms- og fólkaskúlar luttóku á fundinum, og vóru hetta mest starvsfólk við journalábyrgd.  

Endamálið við fundinum var at savna saman teir skúlar, ið skulu í holt við at brúka Skjalhald. Hetta fyri at tryggja øllum gott innlit í Skjalhald, og hvussu tað verður framyvir, tá skúlarnir skulu á somu journalskipan, sum meginparturin av øllum almennum stovnum í landinum eru á.

Skjalhald er partur av veitingunum, sum Skúlanet bjóðar í samstarvi við KT Landsins. Við Skjalhaldi fær føroyska undirvísingarverkið eina felags talgilda journalskipan, ið skal tryggja eina einsháttaða, trygga og talgilda málsviðgerð úti á skúlunum.

Samlaða undirvísingarverkið fevnir um 4 skúlaøki, herundir 41 fólkaskúlar, 7 miðnámsskúlar, 2 sjóvinnuskúlar og 1 fróðskaparsetur. Málið er at fáa flest av hesum í felags journalloysnina.

 

 

 

 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina