Tíðindi

14. juni 2022

Apple School Management

Neyðugt at broyta @skulin.fo teldupost sum Apple ID

Í samband við at Skúlanet eisini skal kunna stuðla upp undir nýtsluni av Apple eindum, t.d. Mac, hevur Undirvísingarstýrið fingið Apple School Management til Føroyar.

Apple School Management er eindarstýringaramboðið hjá Apple til útbúgvingarstovnar. Her ber til at nýta Single Sign-On, tvs. at Office365 brúkarin verður nýttur at rita inn í Apple eindir (t.d. Mac og iPad).

Hetta krevur tó, at núverandi Apple ID's til persónligt brúk skifta teldupost frá @skulin.fo til ein privatan teldupost veitara.

Um tú ikki hevur annan teldupost, ber til at stovna ein nýggjan Gmail teldupost >>her<<  ella Outlook teldupost >>her<<

Um tú hevur knýtt tín skulin teldupost til títt Apple ID, hevur tú móttikið hendan teldupostin:

 

Fylg leinkjuna og broyt teldupostin.

Ongin broyting er hend við tínum skulin telduposti, tvs. við Outlook, Teams o.a. Tað er bert í Apple høpi, at skulin telduposturin ikki kann nýtast.

Um tær tørvar hjálp – ring 555 176 ella 665 161

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina