Tíðindi

29. oktober 2021

Veitarasáttmáli er undirskrivaður

Proof of Concept

Í kjalarvørrinum á tilboðsfyrispurningi eftir KT mennarum, hevur Undirvísingarstýrið og trýggjar KT fyritøkur skrivað undir sáttmála, um at menna ein sokallaðan Proof of Concept.

Í sambandi við, at Undirvísingarstýrið skal menna eina felags KT-skipan til undirvísingarverkið, verður farið undir at íverkseta eina prototypu loysn (Proof of Concept) til eina lestrarfyrisitingarligari skipan. KT fyritøkurnar, sum Undirvísingarstýrið hevur gjørt sáttmála við eru: Minteo, Tøkni og Formula.

Fyritøkan Sp/f TAL stendur aftanfyri arkitekturin.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina