Tíðindi

14. september 2021

KICK OFF SEMINAR

Heildarætlanin er í støðugari menning um at talgilda undirvísingarverkið í Føroyum. Í hesum sambandi skipaði Undirvísingarstýrið fyri einum kick-off seminari, mánadagin tann 13. september. Tiltakið var hildið í Norðurlandahúsinum.

Endamálið við kick off seminarinum var at kunna um status og ætlanir. Umframt áðurnevnda, var endamálið  at hava orðaskifti um týðandi strategisk evni við limir í stýrisbólkum, ráðgevandi leiðslubólkinum og umboð fyri samstarvs- og áhugapartar.

Tey týðandi strategisku evnini, sum vóru til umrøðu, fevna serliga um menningartilgongdina í LFS, Skúlanet og Leiðslu- og Organisatión.

Viðkomandi evni í LFS vóru m.o. um møguligar avbjóðingar og fyrimunir við samstarvs-, kravsetingar- og menningarleistinum. Afturat hesum kunnu nevnast fyrimunir og vansar við stigvísari íverksetan.

Eisini var orðaskifti um Skúlanet. Orðaskiftið snúði seg um, hvat dentur serliga skal leggjast á, í mun til innliman og KT support.

Innan Leiðslu- og organisatiónsmenning hava leiðararnir fingið høvið at greiða frá teimum tørvum og møguleikum, ið fylgja LFS og Skúlanet. Harnæst hava leiðararnir lagt íkast til design, pedagogiska prinsippið, og lansering av organisatiónsmenningar konseptinum.

 

Poul Geert Hansen, Aðalstjóri UMMR

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og Mentamálaráðið, greiðir frá um Heildarætlanar tilgongdina:

Brot úr røðu aðalstjórans:

“Tað var eitt fantastiska gott fyrireikingararbeiði, sum var gjørt. Men fyri at vera heilt erligur, so hevði eg ikki droymt um, at hetta fór at ganga so smidligt kortini. Eg hevði væntað nógv størri trekleika. Men tað kom ikki. Tá ið av tornaði, var KT heildarskipanin við á fíggjarlógini fyri 2021.

Settar vóru 40 mió.kr. av fyri eitt 5 ára skeið við 3 mió.kr. í 2021 at fyrireika arbeiðið.

Síðani tá er ein verklagslóg blivin smíðað og bleiv hon einmælt samtykt í Løgtinginum í mai í ár. Tað var við nógvum góðum og stuðlandi orðum frá bæði samgongu og andstøðu. Tað var full politisk undirtøka fyri verklagslógini og fyri ætlanini sum heild.

Nú hava vit fingið tað, sum vit hava biðið um ... nú eru tað ikki longur fuglar á takinum, sum vit tosa um.

Nú er tað veruleiki, og nú skal alt leggjast til rættis fyri at fáa eitt gott úrslit í hús.”

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina