Tíðindi

04. september 2020

Nýggj heildarætlan fyri kt-umsiting

Nýggj heildarætlan fyri kt-umsiting í undirvísingarverkinum er løgd fram og handa landstýrismanninum við uttanríkis- og mentanarmálum, Jenis av Rana.

Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein kt-felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og kt-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku kt-vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi kt-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av kt-virkseminum, siga fyrireikararnir.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Heildarætlanin sæst her.

Videobrot

 
Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina