Tíðindi

10. mars 2021

Undirvísingarstýrið bjóðar út kt-arkitekta uppgávu

Sum eitt tað fyrsta stigið, at fremja nýggju lestrarfyrisitingarskipanina (LFS) til undirvísingarverkið, bjóðar Undirvísingarsstýrið út eina ráðgevingartænastu. Talan er um ein leiklut sum kt-arkitektur, sum skal ráðgeva Undirvísingarstýrinum um at sniðgeva og menna eina slíka skipan.

Endamálið er, at Undirvísingarstýrið tryggjar sær óhefta, dagførda, kt-fakliga vitan, í fyrstu atløgu í sambandi við sniðgevingarteinin fram til august 2021 og síðan í menningartilgongdini tilsamans í 3 ár. Ein týðandi uppgáva hjá ráðgevanum er, vegna Undirvísingarstýrið, at virka sum kt-fakligt bindilið millum Undirvísingarstýrið og kt-fyritøkur, sum fara at menna og reka LFS.

Útboðið liggur á https://keypsportal.fo/keypsportalur 

Freistin at lata inn tilboð er 23. mars.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina