Skúlin á Ziskatrøð
700 Klaksvík
Tlf. 45 50 25/225025
Skúlastjórin hevur orðið!
Í Skúlanum
á Ziskatrøð ganga umleið 400 næmingar. 38 lærarar
starvast i skúlanum, ein skrivari og ein skúlavørður. 2
heilsusystrar eru knýttar at skúlanum. Ikki færri
enn 8 nýggir lærarar vórðu settir í starv hetta skúlaárið,
og leiðsla skúlans er somuleiðis nýggj.
Skúlin leggur
dent á, at næmingar, lærarar og starvsfólk skúlans trívast væl
í skúlanum, samstundis sum næmingarnir fáa væl burtur úr
fakliga.
Eitt gott
samstarv við foreldur at okkara næmingum verður raðfest
ovarlaga.
Dagliga skúlagongdin
byrjar klokkan átta á morgni, og eiga næmingarnir at møta
stundisliga upp
Dagurin byrjar
við morgunsangi, andakt og upplestri, ið lærarar og næmingar
í felag skipa fyri.
Rættiliga
nógv er gjørt seinastu tíðina fyri at skapa størri trivnað
í skúlanum. Skúlagarðurin er fríðkaður, spøl eru teknað
á asfaltið, klintriveggur er gjørdur og graslíki er lagt á í
parti av ovara skúlaplássi.
Inni í skúlanum
verða ábøtur gjørdar, veggir verða fríðkaðir av
næmingum og lærararum, alt við tí endamáli at skapa størri
trivnað.
Skúlin á
Ziskatrøð samstarvar við Tekniska skúla í Klaksvík, har okkara
næmingar fáa roynt seg í nýggjum lærugreinum.
Somuleiðis
hevur skúlin gjørt eina samstarvsavtalu við Fuglafjarðar skúla.
Samstarvið fevnir um lærugreinirnar motorlæru, sjóvinnu og
drama.
Samstarvið
millum Òsáskúlin og Skúlan á Ziskatrøð
riggar væl og verður styrkt uppaftur meira í framtíðini.
Skúlin ynskir
eitt gott samstarv við øll tey, ið hava tilknýti til skúlan.
Heimasíða
skúlans verður nú dagførd í bitum, og ætlanin í framtíðini
er at hava eina meir virkna og góða heimasíðu, ið lærarar, næmingar
og foreldur kunnu hava gleði av.
Skúlin leggur
alla sína orku í, at næmingar fáa væl burtur úr skúlagongdini,
um somu tíð sum teir trívast væl í skúlanum. Á henda hátt náa
vit málinum um ein góðan skúla.
Spurningurin
um, á hvønn hátt næmingarnir fáa sum
mest burtur úr síni undirvísing, hevur verið og verður nógv
umrøddur. Fyri mongum árum síðani varð farið undir
toymisundirvísing í framhaldsskúlanum, og hevur hon riggað sera væl.
Arbeitt
verður framhaldandi við at fremja broytingar í barnaskúlanum, so
undirvísingin gerst uppaftur betri.
Ì hesum døgum verður evnið happing nógv umrøtt. Okkara skúli hevur gjørt nógv fyri at steðga hesum keðiliga fyribrigdi, og tað ætlar hann framhaldandi at gera.Ósáskúlin og okkara skúli eru farnir at samstarva um nevnda mál.