|
|
|
|
í Viðareiðis skúla Søkt
verður eftir 2 lærarum til Viðareiðis skúla skúlaárið
2010/2011. Hesi
størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2010: ¨ 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv ¨ 1 tíðaravmarkað starv á umleið
20 tímar vegna lækkað tímatal og avlopstímar
Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sep. Tey,
ið sett verða, skulu: ¨ undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í
dagliga arbeiði skúlans ¨ duga at samstarva ¨ verða fús at taka á seg tær
uppgávur, ið eru í skúlanum ¨ vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum
tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í
einum ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: ¨ mál, støddfrøði, kunningarlærugreinunum, ítrótt, tónleik, handaverk
og list ¨ at undirvísa næmingum við
serligum tørvi ¨ at átaka sær flokslærarauppgávuna
í 6. og 7. fl. Førleikakrøv Læraraútbúgving
ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt
er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar-
og setanartreytir Lærarastørvini
verða sett sum sáttmálasett størv, uttan
so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir
lærarar frammanundan. Lærarastørvini
verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Umsóknir Umsóknir
við avriti av prógvi, c.v. og møgulig
viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 11. juni kl. 12.00. Viðareiðis
skúli Heygavegur 7 Fo – 750 Viðareiði Nærri
fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf.
45 11 80 ella 23 10 80 Teldubræv: jensebeth.absalonsen@skulin.fo Viðareiðis
skúli hevur
komandi skúlaár 48 næmingar frá 1. – 7. flokk. |