|
Skúlin
á Viðareiði varð vígdur 6. desembur 1986, og tað var
bispurin Eyvindur Wilhelm, ið vígdi skúlan. Skúlin liggur
beint við spælistovuna, missiónshúsið og samkomuhúsið
Saron.
Á
vegginum eystantil á skúlanum hongur ein mynd úr jarni, sum
Fridtjof Joensen, listarmaður, hevur gjørt. Hetta er
eitt minni um bygdarmannin Christian Matras, yrkjara, og arbeiði
hansara. Fridtjof fekk hugskotið til hesa mynd ígjøgnum
eina yrking hjá Chr. Matras, sum hann kallaði: ”Fólk í
huganum”. Soleiðis ljóðar eitt brot úr henni:
|
 |
|
|
Tað
ganga fólk í huganum á mær,
tað
bygdarfólkið, sum á sinni var,
øll
tey eg sá og hoyrdi, frætti frá,
alt fólk,
sum ikki meir er omaná.
|
Tað var
eitt lív so hvønndagsliga sterkt,
og er í
sinni mítt so ríkan merkt,
at
bygd, ið áður var, er í mær enn,
nú
burtur eru konur, farnir.
|