|
| |
Kirkjan
Tann fyrsta kirkjan, sum var á Viðareiði, bleiv bygd
onkuntíð í 1600 talinum, halda fólk. Tann fyrsta kirkjan skolaði út
av brimi, av tí at hon stóð so langt úti á bakkanum. Í 1709 bleiv ein nýggj
kirkja bygd í staðin fyri hana, sum fórst av brimi. Tær gomlu
kirkjurnar á Viðareiði hildu bara í uml. 60 ár, tí at tilfarið
var so vánaligt tá í tíðini.
Kirkjan, sum stendur niðri á Bakka í dag er bygd í
1892, hon hevur nú staðið í yvir 100 ár. Kirkjan á Viðareiði
hevur hildið so leingi, tí hon er bygt av góðum tilfari, sum gróti og
timbri. Menninir av Viðareiði, Hvannasundi, Norðtoftum, Depli, Norðdepli,
Fossá og Múla arbeiddu sera hart við at byggja kirkjuna: Hvør
maður bar 24 stórar steinar um mánaðin til nóg mikið var
av gróti til alla kirkjuna. Timburið bleiv siglt úr Norra til Føroyar.
Óhapp
Í kirkjuni eru hend tvey óhapp tá ið teir skuldu
taka eina kirkju niður. Tað fyrsta óhappið, sum hendi var, at ein
veggur datt niður yvir ein mann, og hann doyði. Tað næsta óhappið
var, at ein maður skuldi taka loftið niður, men hann datt av einum
bjálka og doyði.
Kirkjugarðar
Tann gamli kirkjugarðurin, sum er rundan
um kirkjuna, verður ikki brúktur longur. Í 1930'unum bygdu tey ein nýggjan
kirkjugarð, sum stendur í bønum nakað væl eystan fyri
kirkjuna.
|