Bjørgini
Framsíða Upp Bjørgini Kirkjan á Viðareiði Sagnir

 

Upp

 


Seyðtorva

Seyðtorva er besta lundaland í Viðoynni og kanska í øllum Føroyum. Í Seyðtorvu eru tríggir sessir: Reyvin, Lundaryggurin og Niðri í Lesninginum. Reyvin er so nógv tann besti sessurin í øllum Føroyum, hann kann slett ikki samanberast við aðrir sessir. Rekordin í Reyvini er 1200 lundar í ein dag. Vanliga liggur talið um 10.000 lundar um árið í Seytorvuni.

 Ein dag í seyðtorvu

Eitt summarkvøld í 1955 vóru Viðingar í seyðtorvu. Veðrið var gott; teir ætlaðu at liggja og høvdu tí nógva útgerð við sær, sum var skipað upp á helluna. Haðani mátti alt dragast upp á lesningin og til síðst berast niðan í húsið. Tá ið teir høvdu fingið alt til høldar, lætti hann dimmið og lundin sást flúgva víða um, so nu vóru ikki stundir til at leggja seg at sova, tó at allir vóru illa svøvntir; tað vóru ikki stundir til annað enn ein bita, og so í sessirnar. Í Reyvini, sum er nógv tann besti sessurin, var bara væl at fleyga hendan dagin. Hann var útsynningur-sunnan í ættini, men stundin lá hann á útsynningi, so tað fór at mala eysturi á Skortinum og tá bar onki til. Møðsamt er at sita í Reyvini, ikki kanst tú sleppa stongini og íbundin mást tú sita fyri ikki at stúrtnast í havið. Hendan dagin vóru 925 lundar fingnir í Reyvini; tað var 30. juni, og er tað mesta, sum er fingið í juni mánað. Í Lundarygginum fleygaðu teir eisini, men har lá ikki so væl fyri hendan dagin, endar frásøgumaðurin.  

Urðin

Urðin er eystasta lundaland í Viðoynni. Men har hevur ikki gingist so væl at fleyga tey seinastu árini. Viðingar hildu, at tað blivu ov nógvir seyðir í Urðini. Teir byrjaðu við at hava 4 veðrir, nú er talið komið upp í einar 15 seyðir. So gjørdu teir av, tað eru nøkur ár síðani, ikki at hava seyð gangandi í Urðini. Men tann einasta broytingin, sum man sær er, at lundin situr eitt sindur ørvísi, hann situr longur niðan undir bergið. Eisini at tað eru komin ógvuliga stór lop í neðra í Urðini, so allir teir góðu sessirnir eru lopnir burtur. Í ár fingu teir 6000 lundar í Urðini.

 Veðurfastir í Drangi

Drangur er ein stórur klettur sum stendur leysur frá landi, hann er 128 metrar høgur, Í Drangi var nógvur lundi og lomvigi at fleyga fyrr, frá heilt gamlari tíð. Eingin hevur tó verið í Drangi í mong ár.

Á sumri 1917 vóru viðingar í Drangi og fleygaðu. Tað lá væl fyri at fleyga fyrsta dagin, men um kvøldið ruskaði hann av útnorðingi beint inn úr havinum og regnið glúmdi niður. Brimið vaks til ódn, og tað var ikki talan um hjá nøkrum báti at koma nær námindis Drangi í samfullar tríggjar dagar. Men tað óhugnaligasta var, at Drangur skalv so illa í brimganginum, at kaffið skvaggaði burtur úr krússinum. Fjóðra dagin blíðkaði hann veðrið, sólin skein, og bátur kom eftir monnunum.