Ársfrágreiðing
Framsíða Upp

 

Upp

 


Ársfrágreiðing skúlaárið

 2007-2008

Vit eru nú komin at enda í hesum skúlaárinum, og fara at hyggja aftur á árið, sum fór.

Viðvíkjandi setan av lærara- og vikarstørvum, varð hetta ikki heilt avgreitt við skúlaársbyrjan. Ymiskar umstøður gjørdu, at øll størvini ikki  vóru sett, fyrr enn vit vóru komin út í september mánað.  

Víð skúlaársbyrjan vóru hesir lærara. Jensebeth, Ann Kirstin, Viviann, Veronika, Hilda og Margretha. Elin Heinesen var vikar til Jan varð settur, og var hon til at heita á, sum sjúkravikar. Petur Martin Jóhannesen hevur undirvíst í orgul og klaveri. Nakrir næmingar hava fingið undirvísing í Klaksvík, har Helga Gerðalíð hevur  undirvíst í tvørfloytu og klaveri. Nøkur av hesum nøvnum eru broytt til onnur nøvn, sum árið er liðið.

Stutt eftir jólafrítíðina segði Jan Poulsen  seg úr starvi av ávísum orsøkum, og í hansara stað kom Símin Mikael Poulsen úr Klaksvík, sum tey flestu foreldrini kenna og hava havt sum lærara.

Tveir teir seinastu mánaðirnar hevur Hallgerð Simonsen úr Hvannasundi verið stuðul hjá næmingum við serligum tørvi.

Felags foreldrafundurin var seinkaður eitt sindur, orsaka av at setanirnar vóru seinkaðar. Fundurin var í septembur og gekk fyri seg á sama hátt sum vanligt. Ársfrágreiðingin varð lisin,  ársætlanin framløgd og foreldrabólkar valdir. Eisini var okkurt gott í munnin.

Skúlastýrið bjóðaði foreldrum og lærarum til fyrilestur um trivnað. Leila Olsen, skúlaheilsufrøðingur tosaði um trivnaðin hjá børnum og ungum, og hvussu vit sum vaksin stuðla okkara børnum,  geva okkum góða tíð at tosa við tey, og at vit royna at skilja teirra støðu. Avbjóðingarnar eru so nógvar hjá teimum ungu ídag, at hetta í sjálvum sær er ein stór avbjóðing fyri okkum sum foreldur.

Fólkaheilsuráðið hevur sett bólk, sum serliga tekur sær av matvanum hjá børnum og ungum.  Hesin bólkur, við Hannilenu Jacobsen á odda, hevur verið á vitjan í ymiskum skúlum í Føroyum, har tey hava havt fyrilestur um góðar matvanar. Fyrsti skúlin, sum bleiv vitjaður, var skúlin á Viðareiði. Foreldur, lærarar og skúlastýrið blivu boðin við, og her møtti væl av fólki upp. Skúlin á Viðareiði hevur í nógv ár havt til setning, at matpakkin skal verða góður ella sunnur, tí var hesin fyrilestur sera viðkomandi.

Kommunuval verður í novembur og val til skúlastýrini er lagd saman við tí. Hetta er sostatt seinasta ársfrágreiðingin, sum kemur frá júst hesum skúlastýrinum.

Tvey tey fyrstu árini, var Lena Heinesen, formaður. Lena bað um at verða loyst úr skúlastýrinum og at fara frá sum formaður. Í hennara stað tók Gunrið Kallsberg við sum formaður, og so kom Malvina Absalonsen afturat sum limir.

Tey, sum hava mannað skúlastýrið hesi 4 árini eru:

Foreldraumboð

  • Lena Heinesen, fvrrv. form.

  • Gunrið Kallsberg, formaður

  • Malvina Absalonsen, næstformaður

  • Jens Kristjan Simonsen, foreldraumboð

  • Jensebeth Absalonsen, skrivari

  • Ann Kirstin Absalonsen, starvsfólkaumboð

  • Kári Kallsberg, kommunustýrisumboð

  • Mamy Dahl Sørensen, kommunustýrisumboð                         -

  • Sunniva Simonsen, tilltakslimir fyri foreldir

  • Jógvan Nybo, tltakslimir fyri kommununa

  • Viviann Guðjonson, tilltakslimir fyri lærararnar

Skúlastýrið vil takka øllum fyri gott samstarv hesi fýra árini.

Við góðum  samstarvi  koma vit  leiðina fram. Vit  hava øll ábyrgd av at bera skúlan uppi og víðari fram á leið.

Vit ynskja øllum eina góða summarfrítíð.

Vegna skúlastýrið

Gunrið Kallsberg

 

                      


 

Ársfrágreiðing skúlaárið 2006/2007

 

  Nú er skúlaárið farið  at halla, og vit fara í summarfrí.

 Hetta skúlaárið hava 6 lærarar verið á skúlanum. Jensebeth, Ann Kirstin, Jónleif, Viviann, Veronika og Hilda.

Helga Gerðalíð og Mikkjal Hvannastein hava undirvíst í tónleiki.

Vit vilja ynskja Viviann vælafturkomna í skúlan.

 

Felags foreldrafundur var síðst í august, har ársætlanin var framløgd og ársfrágreiðingin lisin. Eisini vóru foreldrabólkar valdir.

Skúlastýrið hevur gjørt meginreglur fyri Viðareiðis skúla, og vóru tær lagdar fram 23. nov,. har foreldur høvdu møguleika  at gera viðmerkingar. Hetta var ein góður fundur, og vit fingu  ymiskar viðmerkingar. Serliga var ynski sett  fram um, at fáa royndir innaftur til teir eldru flokkarnar. Hetta er nú sett í verk, og  6. og 7. flokkur hava nú verið til roynd.

Happing er eitt evni,sum verður tikið í stórum álvara, og eisini eru ítøkilig stig tikin til at basa happing. Skúlastýrið og lærarar vóru á skeið  á Skúlanum á Fossánesi síðst í august mánað. Helle Højby frá Danmark segði frá einum  hátti, tey høvdu roynt á ymsum skúlum í Danmark.

Her á skúlanum hava flokkarnir ein tíma, tey kalla floksfund, har m.a. happing verður viðgjørt.

 Í februar vóru foreldur, lærarar og skúlastýrið boðin til ein fyrilestur á Fossánesi. Dentur var lagdur á, at vit sum foreldur hava stóra ábyrgd  at gera okkara til, at ongin verður útistongdur. Týdningarmikið er eisini, hvat og hvussu vit tosa um onnur heima við hús. Hetta hevur stóra ávirkan á hvørja áskoðan okkara børn fáa á skúla, lærarar, vinir og onnur.

Vit vilja takka øllum foreldrum og lærarum fyri gott samstarv hetta skúlaárið og ynskja framhaldandi opið og jaligt samstarv.

GÓÐA SUMMARFRÍTÍÐ

Vegna skúlastýrið

 Gunrið Kallsberg

 


Ársfrágreiðing 2005-2006

Nú er aftur eitt skúlaár farið afturum, og vit fara at hyggja, at hvat hevur verið á skránni í ár.

Við skúlaársbyrjan vóru hesir lærara rí Viðareiðis skúla: Jensebeth, Ann Kirstin, Jónleif, Brynhild, Dánjal og Helga Gerðalíð, musikklærari.

Tað syrgiliga hendi, at Dánjal so brádliga fór frá okkum. Søkt varð av nýggjum eftir fólki til skúlan, og fekk Irdi starvið, men til hon byrjaði, var Niels í Buð vikar.

Mánadagin eftir at Dánjal doyði, var minningarløta hildin fyri honum í skúlanum, har Hans Eiler, prestur, tosaði við næmingarnar og hevði eitt minningarorð um Dánjal. Næmingarnir fingu eisini høvið at seta spurningar um hvat, hví og hvussu.

Felags foreldrafundur var við skúlaársbyrjan, har greitt varð frá ársætlanini og heilsa varð uppá teir nýggju lærararnar. Eisini vórðu foreldrabólkar valdir.

Foreldraarbeiðsdagur var í septembur. Hetta var eitt væleydna tiltak, og fólk vóru glað og møttu væl upp. Vit fingu ein hugnaligan dag, har øll á hvør sín hátt vóru við til at gera dagin so hugnaligan, sum hann var. Tilfarið, íð nýtt varð til reiggju- sveiggju og gyngustativ, er alt góðkent til almenn spælipláss.

Spæliplássið verður nógv nýtt, bæði í skúla og aftan á skúlatíð. Hetta má sigast at vera ein góð íløga.

Ætlanin var í hesum skúlaárinum at bjóða foreldrum og lærarum til ein fyrilestur um sorg, men av ávísum orsøkum bleiv hesin fyrilestur avlýstur.

Í heystfrítíðini fingu vit ein vatntanga í skúlan, og verður hann nógv brúktur.

Skúlin hevur fingið nýggja kopimaskinu og 12 nýggjar farteldur. Hetta lættir munandi um arbeiðsgongdina.

Vit kunnu verða samd um, at hettar er ein framkomin skúli, sum fylgir væl við nútíðini og ein góður skúli.

Skúlastýrið hevur fingið nýggjan formann, nú Lena hevur tikið seg úr. Vit vilja takka Lenu fyri gott samstarv hesi árini, hon hevur verið í skúlastýrinum.

Skúlastýrið hevur skipað seg soleiðis:

  •  Gunrið Kallsberg, formaður

  •  Malvina Absalonsen, næstformaður

  •  Jensebeth Absalonsen, skrivari

  •  Jens Kristjan Simonsen

  •  Ann Kirstin Absalonsen

  •  Mamy Sørensen

  •  Kári Kallsberg

Nú fara vit í summarfrítíð og vilja takka næmingum og lærarum fyri hetta skúlaárið, og ynskja teimum, sum fara úr skúlanum, alt tað besta framyvir, og teimum, sum koma í skúla, vælkomin.

GÓÐA SUMMARFRÍTÍÐ!

                                                     Vegna skúlastýrið        

                                             Gunrið Kallsberg