| Til øll foreldur at
skúlabørnum í Tórshavnar kommunu |
|
|
2003-2106/3 - SG |
OK |
09/01/2006 |
Kunningarskriv um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum
Fram til 1. august í 2004 høvdu land og kommunur
felags vanlukkutrygging fyri skúlanæmingar, ið Mentamálaráðið stóð fyri.
Mentamálaráðið segði hesa felagstrygging upp, tí at landið hevði gjørt
av at verða sjálvtryggjað, og harafturat hevði Landsgrannskoðarin
sambært Mentamálaráðnum boðað frá, at landið ikki hevði heimild til at
lata næmingarnar vanlukkutryggja.
Eftir nærri kanningar, hevur áhugafelagið hjá
kommununum, Kommunusamskipan Føroya, staðfest, at kommunurnar ikki hava
heimild til at taka á seg at vanlukkutryggja skúlanæmingar.
Ein kommuna kann bert ábyrgjast fyri skaðar, kommunan
sjálv hevur ábyrgd av, og hevur tískil eisini bert heimild til at tekna
trygging fyri slíkar skaðar, og sum er, varða kommunurnar bert av tí
partinum av skúlaøkinum, sum er bygningar og rakstur av hesum.
At vanlukkutryggja skúlanæmingar er tí at rokna sum
ein tænasta til ein ávísan part av borgarunum í kommununi. Uttan
lógarheimild kunnu kommunur einans veita slíkar tænastur til borgarar,
um tær eru av felags kommunalum áhuga, t.e. antin umfata allar borgarar
í kommununi ella ein í mun til endamálið sakliga avmarkaðan bólk av
borgarum. Fatanin hjá bæði Kommunusamskipanini og Innlendismálaráðnum
er, at vanlukkutrygging av næmingum í skúlunum ikki lýkur hesar treytir,
og tí ikki kann verða veitt við heimild í kommunufulltrúini.
Hetta ber í sær, at ein kommuna hvørki kann tekna
vanlukkutrygging móti hendiligum óhappum á næmingar ella
ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingarnir elva á fólk og lutir.
Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur sjálvi
hava ábyrgdina av, at tygara børn verða fevnd av slíkari trygging, um
tygum ynskja hetta.
Tað, ið er ført fram omanfyri, broytir ella avmarkar
tó ikki ta endurgjaldsábyrgd, ið kommunan altíð hevur sambært vanligum
endurgjaldsrætti. Stendst skaði sostatt av viðurskiftum, ið kommunan
hevur ábyrgd av, verður endurgjald framhaldandi rindað viðkomandi.
Vinarliga
k. v.
Gunnleyg Durhuus
trivnaðarstjóri
/
Jákup Simonsen
mentamálaleiðari
|