Kunning

Forsíða  Kunningarskriv Frítíðarætlan Foreldrasamstarv Heimastovur Foreldraumboð Skúlavegleiðing Starvsvenjing   Kalendarin  Frá flokkunum Frá Heilsusystrini Prógvhandan Frá Skúlastýrinum skúlabyrjan

 

 

Størv í Venjingarskúlanum

2 lærarastørv eru leys at seta 1. august 2010.

Talan er um tíðaramarkað størv, skúlaárið 2010/2011. Annað er fultíðarstarv, vegna farloyvi og hitt er parttíðarstarv vegna niðursetta tíð og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september.
 

Vit søkja lærarar, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar og starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í arbeiði skúlans.

Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í týskum, donskum, ítrótti/svimjing og tónleiki.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.

 

Vit søkja eisini eftir tveimum stuðlum skúlaárið 2010/2011 at vera um næmingar við serligum tørvi.

Annar stuðulin skal vera um tveir rørslutarnaðar næmingar í 8. flokki 34 tímar um vikuna. Og hin skal vera um næming í 3. flokki, 26 tímar um vikuna.

Fólk, sum hava royndir við slíkum arbeiði og møguliga námsfrøðiliga grundútbúgving, hava fyrimun.

Størvini verða sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. mai 2010.

 

Venjingarskúlin

handan Á 14

FO-100 Tórshavn

 

Skúlaleiðslan er at hitta á telefon 213502.

 

 

Dagførd: 12-05-2010             Forsíða Leita