Søga skúlans

Forsíða Upp

 

Søga Venjingarskúlans

Tá ið nýggjur læraraskúli skuldi byggjast varð gjørt av, at ein venjingarskúli skuldi knýtast at honum. Her skuldu næmingar læraraskúlans sleppa at royna seg í starvsvenjing. Harav navnið Venjingarskúlin!

Bygningurin á Frælsinum stóð liðugur til skúlaársbyrjan í avgust 1968, og hann varð vígdur á hvítusunnu 1969.

Her hava so báðir skúlarnir húsast saman síðan tá.

Í 1991 varð ein lon bygd aftrat; síðan tá hevur høvuðsinngongd Venjingarskúlans verið Handan Á.

Venjingarskúlin ræður eisini yvir Ytra skúla, sum liggur við Landavegin og Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu, har ið 1., 2. og 3. flokkarnir halda til.

Fimleikahøllin á Stórheyggi varð í 1995 yvirtikin av býráðnum eftir at sáttmáli varð gjørdur við fyrrverandi eigaran Havnar Fimleikafelag. Høllin varð løgd aftrat Venjingarskúlanum.

Næmingatal skúlans var frá byrjan 530, men hevur nú í mong ár ligið undir 450 – við skúlabyrjan 2009 er talið uml. 400. Flokkatalið er 19. Gott 40 lærarar starvast í skúlanum.

Dagførd: 05-10-2010            Forsíða Upp Leita