Kunningarskriv

Forsíða Upp Skúlabyrjan Serligir dagar Trygging av næmingum Pisa Royndir Happing Fráfaringarroyndir

lýsingar

 

 

Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans í mai 2010 


 

Tær skrivligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum í  regluliga royndarskeiðnum verða hildnar eftir hesi ætlan:

 

Mánadagin 17. mai

Kl.08.30 - 12.30                9. fl. greiðslurokning

Kl.13.30 - 17.30              10. fl. støddfrøði             

                                           

Týsdagin 18. mai

Kl. 08.30 - 12.30                 9. fl. fø. framseting

Kl.13.30 - 17.30                10. fl. fø. framseting

 

 Mikudagin 19. mai

 Kl. 08.30 - 12.30    9. fl. do. framseting

 Kl. 13.30 - 17.30    10. fl. do. framseting

 

 Hósdagin 20. mai

 Kl. 08.30 - 10.00                     9. fl. fø rættskriving

 Kl. 11.00 - 12.00                     9. fl. fimisrokning

 Kl. 13.30 - 17.30                   10. fl. enskt                     

 

Fríggjadagin 21.mai

Kl. 08.30 - 12.30                     9. fl. enskt

  

Týsdagin 25.mai

Kl. 08.30 - 09.30                     9. fl. do. rættskriving

 

Munnligu próvtøkurnar verða hildnar í tíðarskeiðnum frá mánadegnum                    7. juni til hósdagin 24. juni 2010, báðir dagar íroknaðir.

Fyri próvtøkuflokkarnar er vanlig skúlagongd til og við fríggjadagin 4. juni.

Vit fara at heita á allar næmingar, ið velja at nýta teldu, um at hava egnan         geyma við. Geymin skal vera tómur –  og hava navn (tínar forbókstavir).

Skabelónin til tekstirnar (”høvdið”) verður løgd á heimasíðurnar hjá         flokkunum – og á heimasíðu skúlans – har tað ber til at leggja sær hana í     telduna ella geyman heimanifrá.

 

10. flokkur hevur vanliga skúlagongd fríggjadagin 21. mai í breytunum    somuleiðis sum hinir skúlarnir í kommununi við framhaldsdeild.

9. flokkarnir hava frí eftir do. rættskrivingina týsdagin 25. mai.

Við bestu ynskjum um góðan arbeiðshug á Stórheyggi

 

 

Tíðir

Mán. 17. mai

Týs. 18. mai

Mik. 19. mai

Hós. 20. mai

Frí. 21. mai

 

9. fl. greiðslu

9. fl. fø. frams.

9. fl. do. frams.

 

9. fl. enskt

08.20 – 09.35

 TH   SJ

AG   CM

AG   PJ

 

TH   CM

09.35 – 10.35

  TH   PH

AG   CM

CM   AG

 

TH   ED

10.35 – 11.30

  TH   PH

FD  AG  AMJ

RL  CM AMJ

 

        TH  PJ  RL

11.30 – 12.30

   AS   PH

FD  AG  AMJ

RL   SJ  AMJ

 

 TH  PJ  DH

 

10. fl. støddfr.

10. fl. fø. frams.

10. fl. do. frams

10. fl. enskt

 

13.20 – 14.30

AMJ   AS

TH   AMJ

PJ    FE

EL   ED

 

14.30 – 15.30

AMJ   ED

TH   AMJ

PJ    FE

EL   ED

 

15.30 – 16.30

 PH     ED

TH   AMJ

FE    EL

ED    PJ

 

16.30 – 17.30

 PH     ED

TH   AMJ

FE    EL

ED    PJ

 

 

Tíðir

Hós. 20. mai

Tíðir

Týs. 25. mai

  

9. fl. fø. rættskr.

 

9. fl. do. rættskr.

08.20 – 09.10

ED  AS   EL

8.20 – 9.30

TH  AG  CM

09.10 – 10.00

ED  AS   PJ

 

 

 

9. fl. fimisrokning

 

 

10.50 – 12.00

FD  ÁM

 

 

 

Mannagongdir fyri næmingar

í samband við skrivligar royndir.

·        Møtið 10 min. fyri ásettu tíðina

·        Møtið á skrivstovuni, um tit eru ov sein

·        Skrivið navn, flokk, lærugrein og nummar á bæði kladdu og innlatingarpappír.

·        Havið øll amboð við - blýant, penn, lineal, viskileður, passara, vinkulmátara, roknimaskinu, støddfrøðihandbókina.

·        Verið sitandi alla tíðina, tá tit hava fyrisøgn og fimisrokning

·        Tað er loyvt at skriva fyrisøgn, mállæru og fimisrokning við blýanti

·        Í rættskriving og framseting er loyvt at nýta orðabøkur

·        Í enskum er loyvt at nýta orðabøkur og mállæru

·        Í fimisrokning er loyvt at nýta lineal, vinkulmátara, teknitríkant, passara og kladdupappír – men ikki lummaroknara ella roknihandbókina.

·        Í greiðslurokning er loyvt at nýta lineal, vinkulmátara, teknitríkant, passara, lummaroknara og roknihandbók. Tekningar og geometriskar konstruktiónir kunnu gerast við blýanti.

·        Tað er ikki loyvt at hava nakað etandi við, tá tit skriva fyrisøgn

·        Biðið vaktina um loyvi, tá tit skulu út.

·        Tað er ikki loyvt at gera vart við seg sínamillum, hvørki við teknum ella á annan hátt.

 

 

Vegleiðandi reglur um próvtalsgeving í røkjuskapi í sambandi við nýtslu av teldu til skrivligu fráfaringarroyndirnar í framseting

Tá ið næmingur hevur nýtt teldu í sambandi við skrivligu royndirnar í framseting, skal próvtalið í røkjuskapi í høvuðsheitum verða givið við støði í, hvussu væl avrikið er sett upp, og hvussu lættlisin og týðiligur skrivaði teksturin er.

Roknað verður við, at próvtakari nýtir teldu við standard uppseting við-víkjandi síðubreidd, slag og –stødd av skrivt, frástøðu millum reglur og vídd av bredda (margen).

 

Fyri meðalavrikið er galdandi:

At próvtakarar heva nýtt standard uppseting viðvíkjandi síðubreidd, slag og –stødd av skrivt, frástøðu millum reglur og vídd av bredda (margen). At breddin høgrumegin er javnur, at yvirskrivtir og møguligar millum-yvirskrivtir eru passaligar til støddar, at tekstbrot og reglubrot eru nýtt á hóskandi støðum gjøgnum allan tekstin, og at røttu millumrúmini eru aftan fyri punktum, komma, semikolon og onnur tekn. 

 

Fyri avrik undir meðal er galdandi:

Fleiri av eyðkennunum fyri meðalavrikið vanta. Avrikinum vantar heild í uppseting.

 

Fyri avrik yvir meðal er galdandi:

Umframt eyðkennini fyri meðalavrikið skal próvtakarin hava lagt nakað av sínum egna aftrat. Avrikið skal bera brá av, at próvtakarin hevur gjørt sær sínar egnu metingar viðvíkjandi uppseting og útsjónd, og at innihald og uppseting eru ein eind.

 

 

Reglur um nýtslu av teldu til skrivligu próvtøkur fólkaskúlans

 

Við heimild í § 45 í kunngerð nr. 22  frá 14. mai 2008 um próvtøkur fólkaskúlans verða hesar reglur settar upp fyri nýtslu av teldu í sambandi við skrivligu próvtøkur fólkaskúlans:

 

§ 1. Til skrivligu próvtøkurnar eigur tað at vera loyvt at nýta teldu, har tað ber til.   Avgerðin um at nýta teldu verður tikin í samráði við næmingar og foreldur.

§ 2. Próvtakararnir skulu vera vanir at nýta telduna í dagligu undirvísingini.

 

§ 3. Próvtakararnir skulu hava møguleika fyri at velja, antin teir vilja nýta teldu til innskriving av endaliga  royndaravrikinum, ella teir vilja skriva inn við haldgóðari handskrift. Lærarin skal geva hvørjum einstøkum næmingi vegleiðing, áðrenn henda avgerðin verður tikin.

       § 4. Próvtakararnir skulu nýta teldur skúlans. Áðrenn royndina skulu teldurnar, ið verða nýttar, verða settar upp soleiðis, at tað ikki ber til hjá próvtakarunum at lesa tekstin á skíggjanum hjá hvørjum øðrum. Gott pláss skal eisini vera ímillum hvønn einstakan próvtakara.

       Stk. 2. Skúlin eigur at loyva næmingum at koma við egnum teldum til próvtøkuna og skal skipa soleiðis fyri, at el er til allar teldur, sum verða nýttar í sambandi við próvtøkuna.

§ 5. Loyvt verður at nýta eina vanliga tekstviðgerð við rættstavara. Próvtakararnir skulu ikki hava atgongd til internetið og hava ikki loyvi til at nýta myndir ella tekstir frá øðrum forritum, mappum ella fílum á teldu teirra undir royndini.

Viðvíkjandi orðabókum og hjálparamboðum annars verður víst til kunngerðina um próvtøkur fólkaskúlans.

Stk 2. Próvtakari, sum brýtur omanfyri nevndu reglur, skal verða vístur burtur frá royndini beinanvegin.

§ 6. Í minsta lagi eitt av umsjónarfólkunum skal vera teldukønt, eisini um tað bert er einans næmingur, ið tekur av tilboðnum um at nýta teldu til royndina.

§ 7. Meðan royndin er, skulu próvtakararnir hava møguleika fyri at fáa útskrivt av riti sínum. Eitt av umsjónarfólkunum skal hava ábyrgdina av at skipa fyri hesum. Skúlin ansar eftir, at eingin próvtakari verður órógvaður av hesum.

§ 8. Til royndirnar fáa næmingarnir handaða dátugoymslu (geyma) við skabelón til tekstirnar. Tá ásetta royndartíðin er farin, skal avrikið verða lagt á geyman. Vaktirnar í royndarhølinum prenta síðan royndaravrikið út á pappír.

Próvtakarar, sum nýta teldu til royndina, fáa somu tíð, sum teir, ið ikki nýta teldu

§ 9. Allar síðurnar í prentaða próvtøkuavritinum skulu hava hesar ásetingar, antin ovast ella niðast á hvørjari síðu:

Navn og nummar (ella forbókstavir) á próvtakara.

Navn á skúlanum

Royndarslag

Navn á flokki

Navn á umsjónarfólki

Stk 2. Tá ið próvtøkuavrikið verður latið inn, skal próvtakarin seta sína undirskrift á hvørt einstakt ark. Eitt av umsjónarfólkunum skrivar sítt navn á fyrstu síðu.

§ 10. Skúlaleiðarin skal tryggja sær, at dátugoymslurnar eru tómar, áðrenn teir verða flýggjaðar næmingunum, tá ið próvtøkan byrjar. Dátugoymslurnar mugu ikki verða fluttar úr royndarhølinum, meðan royndin fer fram, og skulu latast umsjónarfólkunum saman við avrikinum. Dátugoymslurnar skulu goymast saman við avrikinum smbrt. kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans § 12, stk. 4. Dátugoymslurnar kunnu ikki nýtast sum kladda ella sum skjalprógv fyri tí, sum skuldi verið latið inn.

§ 11. Verður streymslit ella verða aðrir trupulleikar við teldunum, sum ikki kunnu rættast, so verður hildið fram uttan teldur. Hetta skal kunngerast næmingunum, áðrenn teir velja smb. § 3.

§ 12. Um trupulleikarnir eru so stórir, at próvtøkan ikki kann halda fram, setir skúlin seg í samband við Mentamálaráðið/ Fólkaskúladeildina beinanvegin.

§ 13. Til próvtalsgevingina í røkjuskapi verður gjørd serstøk vegleiðing.

 

Dagførd: 30-06-2010            Forsíða Upp Leita