Skúlasøga
Heim Upp

 

 

 

 

Skúlin í Saltnesi 1844

Gamli skúli 1895

      

Nýggi skúli 1958

Nýggjur tilbygningur 1981

Stutt um skúlasøguna í Nes kommunu

Í 1840 byrjaði  Jóhannes Petersen (Jóannes í Saltnesi), sum hevði læraraprógv frá Jonstrup Seminarium, at halda skúla í bygdunum um Skálafjørðin.

Í 1844 varð skúli bygdur í Saltnesi burtur úr gomlu kirkju á Nesi. Hetta var stórur og rúmligur bygningur. Nú skuldu børnini á Nesi, Toftum, Glyvrum og Strondum ganga í skúla í Saltnesi.

Tá nýggj lóg um skúlaskap kom í 1854, mátti Jóannes, eins og hinir lærararnir, leggja starvið frá sær. Hann slapp at velja millum at fáa eftirløn ella eiga skúlastovuna, og hann tók skúlastovuna; men í 1871 varð skúli aftur settur á stovn í Nes sókn, og Jóannes tók lærarastarvið uppaftur og helt á, til hann í 1894 fór frá við eftirløn 82 ára gamal.

Í 1895 bygdi kommunan nýggjan skúla á Toftum. Hesin bygningur var ein stórur bygningur eftir tátíðar bygging við 2 skúlastovum.

Men her gjørdist alt ov trongt, so í 1958 kom nýggjur skúlabygningur. Hesin hevði 6 stovur og fimleikarhøll. Ein stórur og ljósur skúli við plássi bæði inni og úti til næmingarnar.Í Tofta skúla komu nú eisini tey 13 ára gomlu børnini úr Rituvík og øll skúlabørnini úr Æðuvík.

Aðrar broytingar vóru eisini, nú kundu børnini ganga í skúla aftan á 7.skúlaár. Í 1962 kom 8.flokkur, í 1967 kom 9.flokkur og í 1971 kom so eisini 10.flokkur.

Fólkatalið vaks og skúlalógin var nógv broytt, so nú var ógvuliga trongligt í skúlanum. Í 1981 kom tilbygningur til verandi skúla. Hesin bygningur er væl útgjørdur við serstovum, eitt nú til alisfrøði, heimkunnleika og smíð. Í hesum bygningi er eisini svimjihylur.

 

Skúlaleiðarar hesi árini hava verið:

Jóhannes Petersen

Jóhanna Petersen

Hans Jacob Højgaard

Jóhan Fr. Lamhauge

Óli í Hjøllum

Josefina Jacobsen

Marita Dalsgaard