| Vit vilja, at tað skal vera trygt og gott hjá øllum at vera
í |
| Tofta skúla. |
| Fyri at øll skulu kunna trívast og læra, er neyðugt at hava
nakrar |
| felags reglur. |
| |
| |
| Trivnaður |
| Í Tofta skúla eru øll vinalig, fyrikomandi, hjálpsom og
ærlig.
|
| Happing verður ikki góðtikin. |
| |
| |
| Uppmøting |
| Øll møta rættstundis,
úthvíld og væl fyrireikað í skúla. |
| Tá ið ringir inn til
tíma, fara næmingarnir til skúlastovuna. |
| Um næmingarnir eru
fráverandi, skal verða boðað skúlanum frá |
| skjótast gjørligt. Við longri
fráveru kann læknaváttan verða kravd. |
| Við fráveru til ítrótt skal næmingurin hava undirskrivaðan seðil
við |
| heimanífrá. |
| |
| |
| Skúlatíðin/fríløturnar |
| Næmingarnir
í barnaskúlanum skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini. |
| Spøl, sum eru plásskrevjandi ella føra við sær renning aftur og
fram, |
| skulu spælast úti. |
| Alt bóltspæl skal fara fram úti. |
| Alt spæl bæði úti og inni í fríløtunum eigur at fara fram á ein
tílíkan |
| hátt, at tað ikki skaðar næmingar, bygningar ella skúlaamboð. |
| Í
kava er alneyðugt, at allir næmingar vísa fyrilit fyri hvørjum |
| øðrum. Næmingarnir eiga at ansa eftir, at spælið í kavanum ikki
|
| verður ov
harðligt. |
| Tann, sum við harðligum spæli ella grovum ósketni ger skaða á
|
| skúlans ogn, eigur at gjalda skaðan. |
| Tá flokkur skiftir stovu ella fer heim, skal stovan ruddast og
øll |
| amoð setast uppá pláss. |
| Næmingarnir í barnaskúlanum (1.-7.fl.) hava ikki loyvi at keypa
|
| í skúlatíðini. |
| Lærarar hava umsjón við
næmingunum bæði úti og inni í skúlatíðini. |
| |
| |
| Frálærutilfar |
Alt burturmist frálærutilfar, sum næmingarnir
hava til láns frá |
| skúlanum, kunnu teir ábyrgdast fyri. |
| |
| |
| Fartelefon |
| Fartelefonin skal vera sløkt og í taskuni, tá undirvísing ver
fram. |
| Verður henda regla ikki fylgd, verður fartelefonin tikin og kann
|
| avheintast á
stjóraskrivstovuni, tá ið næmingurin fer til hús. |
| |
| |
| Til
og frá skúla |
| Næmingarnir eiga at vísa ansni í ferðsluni
og at brúka endurskin. |
| Vit mæla til at fylgja tilráðingunum frá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, |
| ið siga, at næmingar yngri enn 10 ár eiga ikki at súkkla í
skúla. |
| Næmingar, ið koma í skúla á skúkklu, eiga at brúka súkkluhjálm. |
| Foreldrini gera av, um børnini sleppa at skúkkla í
skúla. |
| Næmingar hava ikki rætt til at koyra prutl í
skúlatíðini. |
| |
| |
| Annað |
| Allir
næmingar skulu hava boð- og setningsbók. |
| Í fríløtunum hava næmingarnir í framhaldsdeildini loyvi at
roykja |
| á einum ávísum stað á skúlans øki. |
| Í Tofta skúla ganga vit ikki inni í útiskóm. |
Øll
hava skyldu til at fara væl um og taka upp eftir seg.
|