
|
Tekni- og filmskapping fyri børn og ung
Savnsfagnaðurin 2010 útskrivar teknikapping fyri børn og filmskapping fyri ung. Høvuðsevnið er “Eygleið og gev víðari!”. Nærri upplýsingar fáast á www.snar.fo/savnsfagnadur Tú fært nakað at vita um mentan, náttúru ella list, tá tú vitjar eina savnsframsýning. Kanska er hetta nýggj vitan hjá tær, men hjá savninum var hetta eisini nýggj vitan einferð. Søvnini eru nevniliga vitanardeplar. Tey skulu savna, varðveita og vísa fram alskyns vitan, men hvussu koma søvnini fram til hesa vitan? Nógv vitan byrjar við, at tú eygleiðir tað, sum er, og út frá hesum fær møguleika at skilja eitt samanhang. Tí er eygleiðing vald sum høvuðsevni á Savnsfagnaðinum 2010. Eygleiðingin er fyrsta stigið – eygleiðingin skapar áhuga, áhugin skapar eldhuga, eldhugin kann føra til nýggja vitan, list og vísindi. Tvær kappingar Fyri at skapa áhuga fyri eygleiðing útskrivar Savnsfagnaðurin tvær kappingar undir heitinum “Eygleið og gev víðari!”. Tað snýr seg í báðum kappingunum um at hyggja at gerandisdegnum. Lata eyguni upp og vera forvitin. Heimurin er fullur av stuttligum lutum, merkisverdum tilburðum og løgnum fyribrigdum. Eygleið tey, filma og tekna tey og gev tey víðari. Fyrsta stig móti list og vísindi er tá longu tikið! Teknikapping: Eygleið, tekna og gev víðari Teknikapping er fyri børn í aldrinum 2 til 11 ár. Børn eru av náttúrunnar hond eygleiðarar, og tí hava Býarbókasavnið og Savnsfagnaðurin 2010 í felag útskrivað teknikapping, har børn fáa møguleika at geva sínar eygleiðingar víðari. Kappast verður í trimum aldursbólkum, og vinningar verða góðar bøkur. Filmskapping: Eygleið, filma og gev víðari Filmskapping er útskrivað til ung í aldrinum 12-20 ár. Her er ætlanin, at tey ungu skulu taka eina telefon, eitt myndatól ella eitthvørt videotólið og filma tað, tey síggja. Tað snýr seg um at eygleiða, vera árvakin og filma okkurt, sum undrar ella hugtekur. Freist og týðandi upplýsingar Freistin at senda inn filmar og tekningar er 30. september. Fleiri upplýsingar um kappingarnar eru at finna á www.snar.fo/savnsfagnadur. Tiltakið Savnsfagnaður Savnsfagnaðurin er árliga tiltakið, har børn, ung og vaksin í stórum tali vitja søvnini í heystfrítíðini og spæla seg til nýggja vitan. Í vikuni aftaná heystfrítíðina er serligt skúlatiltak á søvnunum. Skúlaflokkar úr øllum Føroyum kunnu bíleggja sær tíð á Landsmiðstøðini. Tey, sum skipa fyri Savnsfagnaðinum, eru Náttúrugripasavnið, Jarðfeingi, Sjósavnið, Listasavnið, Fornminnissavnið, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin.
|
||