Týsdagin
30. august byrjaðu 17 lærarar á Tekniska Skúla í Klaksvík við eftirútbúgving
innan KT og námsfrøði.
Skeiðsluttakararnir koma í útbúgvingini at menna sínar førleikar at nýta KT í undirvísingini og at arbeiða í toymum og tvørfakliga. Talan er um 8 uppgávur sum skulu gerðast innan evni tengd at undirvísing, har KT verður tikið í nýtslu á ymiskan hátt. Doris Djurhuus var skeiðshaldari til innleiðsludagin og er vegleiðari til tær fyrstu tríggjar uppgávurnar.
Skeiðið heldur fram umvegis internetið og FirstClass-skipanina og verður
liðugt um mánaðarskiftið apríl/mai 2006.
Hans Olivur Joensen
KT-ráðgevi