Mánadagin
29. august fóru lærararnir á Føroya Læraraskúla undir eftirútbúgving innan
námsfrøðiligt KT, nevnd Seminarie-IT. Skeiðshaldari og vegleiðari er Per Arne
Rasmussen frá CVU Storkøbenhavn.
Skeiðið fer fram í samstarvi við KT-depilin, sum veitir stevnuskipanina til endamálið. Lærararnir skulu í toymum gera 5 uppgávur innan KT og námsfrøði. Skeiðið byrjaði við einum innleiðsludegi og samskiftið millum skeiðsluttakarar og vegleiðara heldur fram umvegis FirstClass, meðan tilfari sum skal nýtast er tøkt umvegis alnetið. Í útbúgvingini verður lagt upp til at luttakararnir dagliga nýta KT sjálvir, í frálæru, vegleiðing og í menningini av sínum lærugreinum.
Skeiðið verður liðugt áðrenn summarfrítíðina
komandi ár.
Hans Olivur Joensen
KT-ráðgevi