Lærararnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy fóru týsdagin 3. feb. undir eftirútbúgvingina Námsfrøðiligt KT-prógv

14 lærarar úr Miðnámsskúlanum í Suðuroy fara restina av árinum at luttaka á skeiði, sum skal menna teirra førleika til at nýta KT í frálæruni. Skeiðið byrjaði týdagin 2/3-04 við einum innleiðsludegi. Á hesum degi fingu luttakararnir eina kunning um konseptið og tað praktiska, mannagongdir o.a. varð eisini lagt til rættis. Restin av samskiftinum millum vegleiðarar og skeiðsluttakarnar fer fram gjøgnum elektroniska stevnuskipan.

Luttakararnir skulu seta seg inn í nógv tilfar, bæði námsfrøðiligar greinar og KT-handverk. Tey skulu í toymum lata 8 uppgávur inn, sum skulu verða góðkendar fyri at hava lokið útbúgvingina. Tann samlaða arbeiðsorkan, sum skal leggjast í frá tí einstaka, kann skifta frá persóni til persón. Luttakarar sum hava góðar fortreytir til KT-nýtslu kunnu skjótari fara ígjøgnum tilfarið. Tann yvirorðnaða tíðarætlanin er, at útbúgvingin verður liðug 1. desembur 2004.

Tað eru ikki bert lærararnir í Suðuroy, sum taka hesa eftirútbúgving. Longu í august 2003 byrjaðu 17 lærarar á Handilsskúlanum í Tórshavn uppá somu útbúgving. Hesi verða liðug áðrenn summarfrítíðina 2004.

KT-depilin, ið er útbjóðari av skeiðnum, hevur ábyrgdina av at knýta vegleiðarar at skeiðnum og av tí umsitingarliga partinum.