Mánadagin 21. nov. vóru virðislønirnar í yrkingakapping KT-depilsins latnar í Mentamálaráðnum.
Fitt av
fólki var komið saman til at vera við, tá ið virðislønirnar í yrkingakappingini
vóru handaðar. Umframt teir seks vinnararnar vóru foreldur, systkin,
floksfelagar, lærarar og onnur avvarandi komin fyri at vera við til
hátíðarhaldið.
Endamálið við yrkingakappingini var at styrkja kunningartøknini í undirvísingini og styrkja førleikan hjá næmingum at nýta samskiftisskipanina hjá skúlanum.
Kappingin byrjaði eftir
summarfrítíðina 1. septembur og endaði til heystfrítíðina 7. oktobur. Kappingin
var skipað á tann hátt at næmingar í fólkaskúlanum kundu senda yrkingar til eina
stevnu, sum sjálvvirkin sendi tær víðari til ein umsitara. Umsitarin tók so navn
og bústað sendarans burtur og lat síðan yrkingarnar víðari til dómararnar. Tað
vóru tveir dómarar, báðir útbúnir lærarar við royndum. Annar yrkjari og hin
ráðgevi í føroyskum í LMS.
Kappingin var flokkað í tríggjar aldursbólkar. Luttøkan var sera góð í teimum
eldru bólkunum, men í yngsta bólkinum komu bara fáa yrkingar inn.
Handanin byrjaði við, at Regin
Ellingsgaard, stjóri í KT-deplinum beyð fólki at verða vælkomin og segði nøkur
orð um ætlanir um kt í undirvísingini. Sigurlaug Nielsen, sum er orðstýrari í
undirvísingarstevnunum, greiddi fólki frá, hvussu kappingin var skipað.
Dómararnir, Evald Rasmussen og Oddfríðaur Marni Rasmussen lósu vinnandi
yrkingarnar upp og handaðu vinnarunum virðislønirnar.
Vinnararnir vóru hesir:
5-7 flokkur:
1. virðisløn - Jenny J. Kragesten, 6.a í Eysturskúlanum, fyri yrkingina
Flaggið
2. virðisløn - Andrias Eriksen, 7.a í Vestmanna skúla, fyri yrkingina
Fjallið
3. virðisløn - Rúnar Silvurstein, 5. fl., í Hest skúla, fyri yrkingina
Ýlandi
vindar
8-10 flokkur:
1. virðisløn - Solveig Hansen, 9.c í Tórshavnar Kommunuskúla, fyri yrkingina
Rísan - Fallan
2. virðisløn - Heidi Joensen, 10.a í Vestmanna skúla, fyri yrkingina
Ótti
3. virðisløn - Marna Joensen, 10. a í Vestmanna skúla, fyri yrkingina
Burturmista tíðin
Vinnararnir
YRKINGAR 5-7. flokkur
FlaggiðTað reyða er, sum tað ónda
eygað Jenný J. Kragesten |
FjalliðLokkandi og dragandi, dagar uppundan, eins og svørð, um bara eg kundi verið har nú. Andrias Eriksen |
YRKINGAR 8-10. flokkur