Stuttsøgukappingin 2006
Við tí endamáli at stuðla kt í undirvísingini hevur KT-depilin í heyst skipað fyri søgukapping fyri næmingum í fólkaskúlanum. Luttakararnir vóru í trimum bólkum. Næmingar úr 1-4 flokki, næmingar úr 5-7 flokki og næmingar úr 8-10 flokki. Næmingarnir úr 1-4 flokki skuldu skriva ævintýr, hinir skuldu skriva krimisøgur. Inn komu um 300 søgur. |
|||||||||||||||||||||||||||
| Vinnarar í 1. – 4. flokki - Ævintýr:
Grundgeving: Høvundarnir hava megnað at skriva góð og hugtakandi ævintýr, sum hava eina greiða og væl skipaða søgugongd. Ævintýreyðkennini eru eyðsýnd og týðilig. Lýsingar av hendingum, kringumstøðum og persónum og verum eru neyvar og góðar. Samanumtikið kann sigast, at ævintýrini eru heilskapað og hugfangandi at lesa. Vinnarar í 5. – 7. flokki - Krimisøga:
Grundgeving: Høvundarnir hava megnað at skriva spennandi og trúligar krimisøgur. Søgurnar eru væl skrivaðar, og søgugondin er greið við spennandi inngangi, hendingaríkum innihaldi og áhugaverdum enda. Lýsingar av støðum og hendingum eru neyvar, og serstakliga persónslýsingarnar eru hugtakandi. Samanumtikið kann sigast, at krimisøgurnar eru heilskapaðar og sera spennandi at lesa. Vinnarar í 8. – 10. flokki - Krimisøga:
Grundgeving: Høvundarnir hava megnað at skriva krimisøgur, ið eru ein samansjóðað heild. Søgurnar eru væl skrivaðar og trúligar. Innihaldið er greitt skipað við neyvum og hugtakandi lýsingum. Spenningurin økist, so hvørt sum hendingarnar fara fram, men tá ið søgugongdin vendir, og avdúkingin nærkast, ja, so enda søgurnar als ikki, soleiðis sum lesarin kanska hevði ímyndað sær. Samanumtikið kann sigast, at krimisøgurnar draga lesaran upp á tráð, so kann trýr hvørjum orði. Og tað klára bara góðar søgur.
|
|||||||||||||||||||||||||||
| Um søgurnar siga dómararnir í einum
samandrátti:
Tað var hugtakandi at lesa øll tey mongu ævintýrini og allar krimisøgurnar, sum komu inn til hesa kappingina. Vit hava ferðast víða saman við trøllum, heksum, gívrum, huldufólki, drekum, prinsum og prinsessum, kongum og fátøkum dreingjum. Ofta var tað so spennandi, at vit mistu bæði tíð og stað burtur, men, lukkutíð, altíð komu vit heimaftur í øllum góðum og fótaðu okkum aftur. Nógvir vandar vóru á ferðini, nógvar royndir skuldu standast og nógvar gátur loysast á vegnum, áðrenn djarvu ævintýraverurnar kundu liva í friði og náðum, lukkulig og eydnusom restina av teirra ævi. Tey mongu ævintýrini vísa bæði skrivi- og frásagnargleði, og tað er hugaligt at síggja. Einki er at ivast í, at tey vaksnu hava stuðlað og hjálpt í summum førum. Tað veri seg lærarar ella onnur. Vónandi hevur tað ment førleikan, og latið eyguni upp fyri, hvussu tað bøtir tekstin, tá ið arbeitt verður gjøllað við skrivingini. Eisini í krimisøgunum verður ferðast víða, men har verður ikki farið upp um tey sjey fjøllini ella inn í loynd helli, nei, krimisøgurnar eru bæði stað- og tíðarbundnar. Við fúkandi ferð í flottum og dýrum bilum og øgiligum vápnum flyta vit okkum staðkend í heimsins stóru býum sum LA og New York, men eisini Afrika, Evropa og Kanada verða herjað av brotsgerðum og harkaliðum. Nógv blóð flýtur, og nógv høvd rulla, tá ið bankaránarar, tjóvar, burturflytarar, drápsmenn og aðrir lógbrotarar bresta saman við løgreglu, tá teir eru avdúkaðir og gerast skal upp ímillum partarnar. Tað er eyðsæð, at krimihøvundarnir eru kunnugur við lógarbrot og brotsmannaumhvørvið, og nógv eru tey, ið hava valt, at søgugongdin fer fram aðrastaðnis enn í Føroyum. Kanska hava hesir høvundar hugsað sum so, at slíkt hendir ikki í Føroyum, og at teir tessvegna fáa ein trúvirðistrupulleika. Men tað eru eisini tey, ið hava valt Føroyar sum pall og hava megnað at skriva bæði spennandi og trúligar søgur. Nógvar krimisøgur eru sera væl skrivaðar. Søgugongd og hendingar eru hegnisliga settar saman, og lýsingarnar eru neyvar og beinraknar. So væl var skrivingin hepnast, at tú trúði hvørjum orði, meðan tú las. Tað hevur ikki verið lætt at velja vinnarar út, og vit vildu ynskt, at vit kundu virðislønt fleiri. Í vinnandi ævintýrunum og krimisøgunum hevur tað hepnast høvundunum at skapa eina samansjóðaða heild. Eyðkennini fyri tekstaslagið eru eyðsædd, byggingin væl skipað og lýsingarnar heilskapaðar. Í úrvaldu tekstunum er ein intensitetur og innari máttur, sum dregur lesaran upp á tráð. Hann verður fangaður í hendingunum og lesur í spenningi í teirri trúgv, at talan er um raman veruleika. Og slíkt megna bara góðar søgur.
|