|
Leiðsla
Fríðkorterið
Søgan hjá skúlanum
Teldureglugerð (Word format)
Leiðsla:
Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri tlf. 474042/232740
Petur Jákupsson, varaskúlastj. tlf.
474043
Upp
Fríkorterið:
Í fríkorterinum kunnu næmingar vera úti í stóra skúlagarðinum
sunnanfyri skúlan, inni í gongini, forhøllini og uttanfyri norðanfyri skúlan.
Eisini ber til at vera inni á innaru gongini, har sum stovurnar eru.
Skúlagarðurin verður mest brúktur til bóltspæl í fríkorterinum,
men har eru eisini aðrir møguleikar.
-
Í sumamrfrítíðini 2002 varð eitt stórt føroyakort málað niður á vøllin í
skúlagarðinum. Meiningin við hesum føroyakorti er, at næmingar gerast meira
kunnugir við land okkara. Til kortið eru gjørd ymisk spøl sum hjálpa
næmingunum at læra seg at finna oyggjar, bygdir, fjøll og tunnlar.
- Eisini varð ein stór mynd av einum tjaldri málað og
sett upp á veggin.
Seinni eru eisini aðrir fuglar settir upp á veggin.
- Seinni eru komin onnur spøl á vøllin og í summarfrítíðini 2007 varð ein stór
tabell málað á vøllin. Henda verður javnan brúkt í roknitímum - serliga í góðum
veðri.
Á vegginum í gongini hanga nú tvær myndir av ævintýrinum Kloss
Hans hjá H. C. Andersen. Myndirnar hevur Petur Jákupsson gjørt saman við nøkrum
næmingum
Alt hetta er við at gera skúlan meir hugnaligan, og vóna vit at
hetta eisini er við at stimbra hugin hjá næmingunum at læra!
Upp
Søgan hjá skúlanum
Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887. Frammanundan
var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð. Lærari var Johs.
Petersen í Saltnesi.
Í 1876 verður lærari settur í Sjóvar sókn. Tað er Jógvan Poulsen, sum kemur
at halda skúla á Strondum, Skála og Selatrað. Hann er lærari til 1917, tá
kemur Jóhan Poulsen, og er hann einalærari til1933, tá Chr Høj verður settur
annarlærari. Í 1958 fer Jóhan Poulsen frá, Chr Høj verður 1.lærari og Edmund
í Garði 2.lærari.
Frá 1933 til 63 eru 4 flokkar á Strondum. Øll hesi árini er tímatalvan
óbroytt, t.v.s. teir báðir lærararnir hava tær somu lærugreinarnar í teimum
ávísu flokkunum. Í 1963 kemur ein flokkur aftrat og í 66 aftur ein. Tá koma
Ámundur Berthelsen og Hjalgrím Poulsen til skúlan. Selatraðarskúli verður
niðurlagdur í 1969, tá skúlin verður bygdur á Strondum og Magnus Nielsen,
einalærari, kemur út í Stranda skúla at arbeiða.
Í 1969 varð, sum sagt, nýggjur skúli tikin í brúk á Strondum, og hevur hann
eisini framhaldsdeild. Umframt næmingar úr Sjóvar kommunu, so koma eisini
næmingar úr Skála kommunu, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í skúlanum.
Í 1984 varð vaksið um skúlan, so nú vóru munandi betri umstøður. Í dag mugu
vit kortini siga, at vit hava alvorligar hølistrupulleikar, men vónandi
verður nakað gjørt við tað skjótt.
Í Stranda skúla ganga í 2007/2008 196 næmingar. 22 lærarar starvast her.
Upp
|