STRANDA SKÚLI
Skúlavegur 7 - 490 Strendur - t-postur til skúlan - tlf. 474040 - faks: 474041

Reglugerð fyri nýtslu av teldunum í Stranda skúla

Tað er ikki loyvt at nýta skúlanetið ella teldurnar, uttan tú kennir niðanfyristandandi reglur!

Yvirskipaðar reglur
Reglur fyri brúk av Interneti
Fylgjur, tá reglur verða brotnar

Reglur

 
 

Teldurnar hjá skúlanum eru til undirvísingarbrúk. Tær skulu tí bert brúkast í sambandi við undirvísing, verkætlannaruppgávur, leita eftir tilfari til lærugreinir og annað arbeiði, sum hevur við skúlan at gera.

Næmingar, sum ætla í teldurnar, skulu hava loyvi frá lærara ella telduvørði.

Einki skal skrivast út, um tað ikki er neyðugt.

Nýtsla av teldum og telduútbúnaði, sum eftir skúlans meting annaðhvørt er ólóglig ella skaðilig fyri skúlans umdømi, er bannað. Undir hesum er m.a. at heinta síður við harðskapi, pornografiskum ella rasistiskum  innihaldi av internetinum ella aðrastaðni.

Tað er ikki loyvt at leggja spøl, mynda-, ljóð, video-, og aðrar stórar fílur inn á skúlans teldur. Hvørki á felagsøkið ella í egna mappu!

Stórar fílur, so sum mynda-, ljóð- og videofílur skulu slettast eftir endaða nýtslu.

 

Upp

Heim

Hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt.

Internetið

 
 

Etikkur og moralur á netinum

Eingin heldur eygað við, hvat gongur fyri seg á internetinum. Hetta merkir, at tað ikki eru viðtiknar reglur fyri, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt, men í staðin eru nakrar óskrivaðar lógir.

Tí skalt tú vita, hvussu tað er vanligt at uppføra seg á internetinum

Øll skulu halda góðan moral á internetinum.

Nýtsla av teldum og telduútbúnaði, sum eftir skúlans meting annaðhvørt er ólóglig ella skaðilig fyri skúlans umdømi er bannað. Undir hesum er m.a. at heinta síður við harðskapi, pornografiskum ella rasistiskum  innihaldi.

Næmingar mugu ikki leita upp og útskriva web-síður við tilfari, sum ikki hoyrir heima í skúlasamanhangi. Undir hesum er m.a. síður við harðskapi, pornografiskum, og rasistiskum  innihaldi.

Um tú av misgáum kemur á eina síðu ella chatt við pornografiskum málburði ella myndum, skalt tú sløkkja hetta beinanvegin. Somuleiðis skalt tú sleppa tær undan ósømiligum tilfari

Vanligar altjóða lógir og reglur um upphavsrættindi og kopiering skulu yvirhaldast.

Næmingar mugu ikki installera egin ella downloadað program og spøl á felagsøki ella á egna mappu. Um hetta skal gerast, skal tað leggjast á harddiskin, so at tað verður slettað næstu ferð, teldan verður tendrað

 

E-mail

Brúkarin hevur sjálvur ábyrd av tí hann ger.

  • Ger teg ikki inn á aðrar brúkarar við at senda dulnevndan post.
  • Skriva í einum penum tónalag – ikki brúka eiðir og onnur ókvæmisorð.
  • Brúka evt. smileys :-)
  • Ver greiður.
  • Ikki senda stórar fílur uttan grund – tað upptekur pláss á teldum og netverki.
  • Send aldri brøv til móttakarar, tú ikki kennir.
  • Lat aldri brøv upp, sum eru frá onkrum, tú ikki kennir.
  • Skriva navn á tíni boð, so tað sæst, hvør hevur sent brøvini

Tíðindabólkar(newsgroups)/stevnur/chat

  • Skriva í einum penum tónalag – ikki brúka eiðir og onnur ókvæmisorð.
  • Brúka evt. smileys :-)
  • Halt teg til evnið í tíðindabólkinum ella stevnuni
  • Ikki samskifta persónligt á einari almennari stevnu. Brúka e-mail.
  • Minst til, at øll kunnu síggja tað, tú skrivar.
  • Skriva navn á tíni boð, so tað sæst, hvør hevur sent brøvini
  • Gev ongantíð telefonnummar, e-mail adressu, postadressu o.s.fr. til fólk, tú ikki kennir.

 

Upp

Heim

Netetikkur

Fylgjur

 

 

Um skúlans reglur ikki verða fylgdar, fær hetta hesar fylgjur:

Brot á reglurnar føra við sær, at næmingurin, sum hevur forbrotið seg, verður útihýstur frá teldum skúlans

Fyrstu ferð – eina viku

Aðru ferð – fýra vikur

Triðju ferð – restina av skúlaárinum

Um útihýsingartíðin ávirkar próvtøku, verkætlanar uppgávu ella aðrar uppgávur, kunnu undantøk vera gjørd. Hesi undantøk vera gjørd av flokslærara og telduvørði. 

 

Upp

Tá skúlareglurnar ikki verða hildnar…

Heim