STRANDA SKÚLI
Skúlavegur 7 - 490 Strendur -
t-postur til skúlan - tlf. 474040 - faks: 474041
Stranda skúla.
Skúlin væntar, at hvør næmingur kennir tað sum sína skyldu
At vera íðin og lýðin, ærligur og sannur
At vera siðiligur og fólkaligur í atburði og orði
bæði í skúlanum og uttanfyri
Ikki at bannast ella nýta illavorðin orð
At ansa eftir ferðsluni og halda ferðslureglurnar
At hava fyrilit og vera hjálpsamur og fryntligur
At vera stillur í tímanum og lata hinar næmingarnar
fáa frið at arbeiða.
1. allir næmingarnir hava skyldu
at møta rættstundis
at vera væl fyrireikaðir
at hava við sær tað, ið nýtast skal
at lata inn heimaarbeiði til ásetta tíð.
2. Næmingur má ikki vera frá skúlanum uttan vegna sjúku ella aðrar áneyðir. Fyrsta dagin, hann kemur aftur í skúla, skal hann hava skrivligar upplýsingar fra foreldrum ella verja um, hví hann hevur verið burtur frá skúla ( Gulubók ).
3. Er næmingur vegna sjúku frá skúlanum í longri tíð ella ofta frá í styttri tíð, kann læknaváttan verða kravd.
4. Næmingur, sum hevur fyri neyðini at biðja frí frá skúla, skal venda sær til flokslæraran ( við Gulubók ). Fyri at fáa frí meira enn tveir dagar krevst loyvi frá skúlastjóranum.
5. Allir næmingar eiga at møta til morgunsang
6. Tá ið morgunsangurin er liðugur, fer flokkurin beinleiðis í stovuna við læraranum. – Flokkur, sum ongan lærara hevur, bíðar eftir nærri boðum frá skúlastjóranum.
7. Tá ið ringir inn, heldur alt spæl uppat alt fyri eitt og gingið verður siðiliga inn, hvør næmingur beinleiðis til sína stovu.
8. Næmingarnir hava skyldu at lata skúlaamboð og ognir hjá øðrum næmingum hava frið.
9. Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, er lán. Heimið hevur tí ábyrgd av, at amboðini verða væl og sámiliga hildin. – Verður beint fyri teimum, hevur heimið endurgjaldsskyldu.
10. Tá ið næmingarnir koma inn til fyrsta tíma, biðja teir góðan morgun ( ella góðan dag ), og tá ið teir fara heim frá seinasta tíma, biðja teir farvæl.
11. Tá ið ringir út, fara næmingarnir út so skjótt, lærarin biður teir fara. Eingin næmingur má vera inni, hvørki í stovu ella gong, uttan við loyvi frá læraranum.
12. Barnadeildini er ikki loyvt at fara út úr skúlagarðinum í skúla-tíðini uttan loyvi.
13. Í skúlagarðinum skal alt spæl vera so, at tað verður ongum at meini og ikki forðar øðrum børnum at spæla ótarnað. Bardagi og annar harðskapur verður ikki toldur. Eingin má hava við sær lutir í skúla ella skúlagarðin, sum kunnu vera hættisligir fyri onnur ella sum órógva skúlaarbeiðið.
14. Eingin má skamfíla skúlahús ella skúlaamboð og skriva ella krita upp á veggirnar. Tað er ikki loyvt at hava knív við í skúla.
15. Tað er ikki loyvt at súkkla ella koyra knallert í skúlatíðini.
16. WC eigur ikki at verða misbrúkt at halda til á, tá ið ikki tørvur er á.
17. Pappír, matloyvdir og tílíkt skal verða koyrt í ruskíløtini.
18. Royking er ikki loyvd á skúlans øki í skúlatíðini.
19. Tað er ikki loyvt at njóta góðgæti í skúlanum.
20. Telefon og i- pod skulu ikki nýtast í tímunum.
21. Tað er ikki loyvt at ganga inni í útiskóm.