STRANDA SKÚLI
Skúlavegur 7 - 490 Strendur -
t-postur til skúlan - tlf. 474040 - faks: 474041
GER TÍN EGNA MYNDAKALENDARA
Her er ein myndakalendari fyri 2010 við ongum myndum - tí tú kanst sjálv/ur seta myndirnar inn.
Tú kanst prenta kalendaran út og so tekna eina mynd til hvønn mánað, ella klippa og líma. Ella tú kanst arbeiða við telduni og finna myndir á alnótini ella taka myndir sjálv/ur. Men ansa eftir, at tú ikki gert fólkini og tingini á myndunum tjúkk ella kløn :-)
Tú kanst eisini broyta skriftslag, velja bakgrund og litir o.t. Tað ber eisini til at gera okkurt frámerki, tá ið føðingardagar eru í familjuni.
Tað eru fleiri møguleikar við Publisher, men um tú ikki hevur tað, kanst tú saktans arbeiða við Excel.
Góða eydnu!