Tíðindaskriv frá Gigni

 

Lúsakríggj 31. januar 2012

31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í Føroyum eins og í fleiri øðrum Norðanlondum.

Lús er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya hava nú í fleiri ár samstarvað um at fyribyrgja og basa lús.

Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj, og verður tað í dag tann 31. januar 2012.

Fyri at steðga smittuni av lús er neyðugt, at øll børn verða kannað sama dag. Tí fara vit við hesum átaki at heita á foreldur, um at kemba barni teirra í dag týsdagin 31. januar.

Kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur á
www.gigni.fo

http://www.gigni.fo/data/register/7E9290B1-39C7-4395-9E5F-F222E06F909C/A791CF6A-5ED5-4619-B21E-253C275FE0CE/6CD68629-3CA5-45DF-9E1B-DFA9BE3B5E45.jpg

 

 

Heim