|
fSkála skúlI |
|
|

31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í Føroyum eins og í fleiri øðrum Norðanlondum.
Lús er ein stórur trupulleiki hjá børnum.
Gigni – Heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya hava nú í fleiri ár samstarvað um at fyribyrgja og basa lýsnum. Afturvendandi átakið nevnist “lúsakríggj” og verður nú aftur tann 31. januar 2011.
Fyri at steðga smittuni av lús er neyðugt, at øll børn verða kannað og viðgjørd sama dag.
Vit fara tí við hesum skrivi at heita á øll foreldur um at kemba barnið / børnum tykkara, í dag, mánadagin 31. januar.
Kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur á www.gigni.fo og www.apotek.fo