fSkála skúlI

 

 

Tíðindi sept. 2011

Vit eru komin væl í gongd við nýggja skúlaárið, nógv nýtt og spennandi er á skránni. Don Joensen heldur fram sum fyrstilærari, og tveir  nýggir lærarar eru komnir afturat, tað eru Annika Djurhuus, sum er ættað  av Skála og Terje Vestergaard búsitandi í Runavík. Annika er búsitandi í Leirvík og hevur fast lærarastarv í Runavík. Hetta er annað árið, Terje er lærari. Fyrsta árið var hann lærari í Gøtu skúla, men vegna sparingar varð hetta starv niðurlagt.

   Næmingatalið í ár er 79

12 næmingar eru í 1. flokki,  6 gentur og 6 dreingir.

 

Sálmabøkur

1. flokkur hevur aftur í ár fingið sálmabøkur frá kirkjuni. Tað eru skúlin og næmingarnir sera glaðir fyri. Elma Mikkelsen handaði næmingunum sálmabøkurnar.

Hjálmar

2.flokkur hevur fingið hjálmar. Vit gleðast um, at næmingarnir eru so raskir at nýta  hjálm, eisini tá súkklað verður í skúla.

 

 

Foreldrafundir

Fyrstu felags foreldrafundirnir eru farnir aftur um bak, og flest allir flokkar hava aftur í ár eitt foreldraráð.

Mikukvøldið 7. sept hevði SSP ráðgevin Óli Rubeksen kunnandi fund fyri foreldrum um SSP.

SSP er samstarv ímillum skúla, heilsusystir og politi.

Hugsanin við SSP- arbeiðinum í fólkaskúlanum er at læra næmingar at   brúka sína vitan til at velja rætt  og at varnast vandatekin, til tess at teir altíð seta góða lívið í miðdepilin.

Foreldur eru besta fyribyrgjandi eindin, tí er umráðandi, at foreldur eru tilvitað um sín leiklut og hjálpa hvørjum øðrum og børnunum.

   Óli greiddi frá, hvussu týdningar-mikið tað er, at foreldur fylgja við, hvat hendir ímillum børnini, og hvat er viðkomandi  júst nú. Samskiftið ímillum foreldur hevur tí eisini stóran týdning.

   Foreldrini sótu  í bólkum. Tey fingu nøkur samtalukort, sum løgdu upp til prát og kjak um viðkomandi evni. T.d.

· Hvat gera vit, tá eitt barn verður hildið uttanfyri?

·  Hvør hevur ábyrgd fyri trivnaðinum?

· Barn okkara  sigur ” øll hini sleppa” Hvat gera vit.

Aftaná løgdu bólkarnir fram. Tey høvdu m.a. tosað um:

· Týdningin av góðum samskifti ímillum skúla og heim

· At foreldur tosa saman og gera felags avtalur

· At foreldur taka ábyrgd, og ikki leggja alla ábyrgd fyri góðum trivnaði á skúlan.

· At positivur málburður verður nýttur heima, tá tosað verður um floksfelagar, skúla, lærarar o.a.

· At vit skulu kunna vera ymisk og virða hvønnannan, júst sum vit eru

· At vit hava ábyrgd at siga frá, tá vit halda, at okkurt barn ikki hevur tað gott.

· At skúlin eigur at hava  greiðar reglugerðir fyri atburði.

· Hvat hendir, um reglur ikki verða fylgdar.

· At fleiri tilboð burdu verið til børnini aftan á skúlatíð. Kundi okkurt t.d. verið í skúlanum?

Harnæst gjørdu foreldrini onkrar avtalur t. d.

um føðingardagsgávur

um at hjálpast at at koyra til og frá  ymsum virksemi

Alt í alt ein sera áhugaverdur fundur.                                                                                                                                                                                                                                                  

Vinabólkar

Felagsforeldrafundur hevur eisini verið, har Anna Dalsgaard greiddi frá um vinabólkar. Síðan var foreldrini í stovurnar, har teirra barn gongur. Lærararnir høvdu frammanundan skipað  næmingarnar í vinabólkar, og foreldrini skuldu nú finna útav, nær bólkarnir kundu møtast  upp á skift í teimum ymsu heimunum. Vit sum skúli eru sera spent uppá vinabólkarnar. Hetta er ein liður í átaki okkara at fyribyrgja happing.  Vit fegnast um, at foreldur hava tikið so væl   undir við ætlanini. Allir vinabólkarnir eru farnir í gongd, og næmingarnir fara nú í tey ymsu heimini at læra hvønn annan at kenna. 

 

Matpakkin

Vit gleðast um, at foreldur hugsa um matpakkarnar. Svøvnur, góður morg-unmatur og matpakkin eru við til at geva næmingunum ein góðan skúladag. Nógvir næmingar eru eisini við í mjólkaskipanini og fáa mjólk og frukt frá skúlanum.

 

Uppmøting

Næmingarnir møta væl upp, og tað er gott. Vit eru sera glað fyri, at foreldrini eru so røsk at geva boð, tá børn teirra ikki hava verið í skúla

 

Heimaarbeiði.

Flestu flokkar fáa nú heimaarbeiði ígjøgnum First Class. Teir yngstu flokkarnir hava tó postkassa. Gott er, at foreldrini hjálpa næmingunum, at hyggja í First Class ella postkassarnar og ansa eftir, at børnini gera skúlatingini.

 

Ormur Bóndi

Evnisdagar um Orm bónda á Skála.

Í døgunum 1. og 2.septembur høvdu vit evnisdagar um Orm bónda á Skála. 1. og 2. flokkur vóru saman og 3. –7.flokkur vóru saman. Tey eldru byrjaðu við at hoyra søgnina fortalda av Hallgrími í miðhøllini. Síðan var farið ein gongutúr inn í Skálabotn.

bónda úti á –Brenda Skála-, sum staðið verður kallað.

Fyrst varð søgnin fortald í skúlanum, tað bleiv tosað aftur og fram um støðini í bygdini, ið blivu nevnd í søgnini so sum Kumlabarmur, Hórheiðar og Válsbrekka.

At húsini hjá Ormi bónda brendu og stóðu enn, var spennandi at fara at kanna.

Farið varð so til gongu út til Prestá, oman eftir gøtuni fram við ánni, yvir um brúnna og fram eftir gøtuni yvir til økið, sum er niðanfyri húsini hjá Frits og Arnfríð. Har royndu vit at ímynda okkum, hvussu tað mundi vera at liva har tá.

 Ormur bóndi  átti nógvan seyð, tí hann hevði húskallar.  Eisini átti hann seyð inni millum Fjarða, tað var langt at fara at ansa eftir seyði, so tað var gott, at hann átti ross, hildu børnini.

Hann turkaði korn, vita vit út frá søgnini. Ikki so langt harfrá, oman fyri húsini hjá Hálvdani, sóu vit nakrar kornteigar, teir eru sermerktir við tað, at teir eru so smalir, mundi Ormur bóndi hava dyrkað korn á hesum teigum?

Høvuðsvegurin tá, lá fram við húsinum, hvar mundi úthurðin so vera?

Soleiðis ímyndaðu vit okkum lívið tá í tíðini har á staðnum.

Síðani varð gingið aftur til Prestá, har vit settu okkum at eta matpakka. Pappír og blýantar høvdu vit við, børnini skitsaðu myndir úr søgnini sum tey dagin eftir skuldu mála og heingja upp.

Fríggjadagin 2 september, arbeiddu vit víðari við søgnini um Orm bónda,  gentur fyri seg, og dreingir fyri seg.

Genturnar vórðu býttar i  6 bólkar, sum hvør fekk eitt evni at tekna  í samband við søgnina. Tær teknaðu væl og leingi. Tað varð tosað nógv um, hvussu tað sá út  tá ií tíðini, var tað hegn ella ikki, hvussu sóu húsini út? Úrslitið var sera gott.

Ætlanin er at nýta tekningarnar  sum mynstur at tøva eina  felags mynd eftir . Hetta verður gjørt seinni í heyst.

Dreingirnir fóru niðan í høllina, har teir dramatiseraðu søgnina.

Nógv er, sum hendir millum ár og dag í skúlanum. Fríggjadagin 9. sept. varð  Ævintýraferðin framførd. Og næmingarnir kundu ogna sær fløgur heim við. Ein sera stuttlig framførsla.  5. flokkur hevur verið á einum spennandi seturskúla í Íslandi; men hetta lata vit tey greiða frá í næsta tíðindaskrivi.

Vit síggjast og lesast :-)