Skúlin við Løkin
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Runavíkar skúli er ein spildurnýggjur skúli - so nýggjur, at seinasta byggistig verður handað á vári 09. Spakin var settur í til nýggja skúlan 2. okt 2006.
13. februar 2007 sá soleiðis út:
28. februar 2007:
25. juni 2007 sá soleiðis út: Skúlin tikin í nýtslu1. byggistig av nýggja skúlanum í Runavík var liðugt ársskiftið 07/08.
Næmingarnir
í framhaldsdeildini fluttu út í nýggja skúlan mánadagin 7. januar 08 (Myndir
frá 1. skúladegi).
27.03.08 fingu lærararnir við Runavíkar kommunuskúla farteldu frá skúlanum.
2. byggistig var handað til skúlaársbyrjan august 08. 18. august fluttu
næmingarnir í 4. til 7. flokki í nýggja skúlan. (Myndir frá 1. skúladegi
18.08.08)
Gamli skúli í Runavík
Í Runavíkar skúla eru seks vanligar skúlastovur, ein køkur, eitt smíðrúm (jarn- og træsmíð), ein hondarbeiðsstova, ein alis-evnafrøðisstova og ein teldustova. Hendan síðstnevnda teldustovan bleiv tikin í brúk í 1998. Tann gamla teldustovan var vorðin ov gomul og brúk var fyri nýggjari tøkni. 21 teldur eru í stovuni og haraftrat er eisini øll hugsandi nútímans útgerð: geislaprentari, lit-prentari, skannari, digitaltt myndatól, kanón o.a.. Stovan verður sera nógv brúkt - bæði í skúlatíðini og aftaná skúlatíð. Aftaná skúlatíð verður undirvíst í kvøldskúlanum. Lærugreinina ítrótt hava næmingarnir uppi í Ítróttarhøllini, og eisini er eitt høli til motorlæru á skúlanum. Skúlin í Runavík
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Reglugerð fyri næmingar í Runavíkar Kommunuskúla. Felagsreglur Tað skal vera gott og hugnaligt at ganga í Runavíkar Kommunuskúla, tí mugu nakrar reglur vera.
Eykareglur fyri skúlan í Runavík. Øll - næmingar og lærarar - fara úr skónum í skúlanum.
|