KUNNGERÐ NR. 85 FRÁ 7. MAI 2003 UM UNDIRVÍSING Í OG Á TEKNMÁLI
Nr. 85 7. mai 2003

   Við heimild í § 5, stk. 7 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai1) 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, verður ásett:

   § 1. Endamálið við undirvísingini er, at næmingar, sum hava teknmál sum fyrsta mál, verða førir fyri at nýta teknmálið til at ogna sær kunnleika, hugtøk og hugburð, soleiðis at teir framhaldandi mennast í tráð við endamálsorðingar fólkaskúlans.
   Stk. 2. Undirvísingin skal geva næmingunum økt innlit í teknmálið og tess týdning, og menna teir í nýtsluni av tí.
   Stk. 3. Í undirvísingini skal teknmálið nýtast sum amboð og virðisgrundarlag, soleiðis at tað saman við føroyskum kann gerast mentanargrundarlag næmingsins.
   Stk. 4. Undirvísingin skal m. a. geva næmingunum førleika í,
1. at samskifta við aðrar teknmálsnýtarar
2. at samskifta við hoyrandi, sum ikki duga teknmál og
3. at nýta tulk.

   Stk. 5. Undirvísingin hevur eisini til endamáls at geva tunghoyrdum og hoyrandi næmingum innlit í teknmálsnýtslu.
   Stk. 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at leiðbeinandi lesiætlan fyri lærugreinina teknmál verður gjørd.

   § 2. Undirvísing eftir reglunum í hesi kunngerð verður givin næmingum, sum hava hoyrimiss, at teir hóast nýtslu av hoyritóli/CI implantat ikki eru førir fyri ella hava stórar trupulleikar við at samskifta við onnur við talumáli.
   Stk. 2. Tunghoyrd, sum hava so lítla hoyrileivd, at tey ikki eru før fyri at tilogna sær hugtøk og kunnleika við hoyrnini, hava eisini rætt til undirvísing í og á teknmáli.
   Stk. 3. Tilboð um skeið í teknmáli verður givin hoyrandi næmingum og lærarum í skúlum, har deyvir næmingar ganga.

   § 3. Næmingar, sum skulu hava undirvísing í og á teknmáli, verða tilmeldaðir Sernámsdeplinum.
   Stk. 2. Í samráð við foreldrini og skúlamyndugleikarnar á staðnum ger Sernámsdepilin av, um næmingar skulu fáa undirvísing í og á teknmáli.

   § 4. Sernámsdepilin skal í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum geva foreldrunum ráð og vegleiðing um teir námsfrøðiligu møguleikarnar hjá barninum, og skal í hesum sambandinum vísa á, hvar í landinum bestu undirvísingarmøguleikarnir hjá barninum eru.
   Stk. 2. Tá kunningin sbrt. stk. 1 er givin, gera foreldrini í samráð við Sernámsdepilin og skúlamyndugleikarnar á staðnum av, um næmingurin fer í ein miðsavnaðan skúla fyri deyv, ein vanligan skúla ella skúlan í Sernámsdeplinum.

   § 5. Næmingar, ið skulu hava undirvísing í og á teknmáli og fara í miðsavnaða skúlan, verða innskrivaðir í ein deyvaflokk, sum er partur av einum vanligum flokki og er formliga undir ábyrgd skúlaleiðarans.
   Stk. 2. Flokkar við deyvum næmingi/næmingum skulu hava 2 flokslærarar.
   Stk. 3. Annar flokslærarin skal hava hollan kunnleika til teknmál, menning og viðurskifti teirra deyvu.
   Stk. 4. Tá ið tað er námsfrøðiliga ráðiligt, fer undirvísingin av deyvum næmingum fram í vanliga flokkinum.
   Stk. 5. Hoyrandi floksfelagar og lærarar næminganna skulu hava frálæru í teknmáli og kunnleika til viðurskifti teirra deyvu.

   § 6. Næmingar, sum fáa undirvísing í og á teknmáli sambært hesi kunngerð, skulu hava serliga undirvísing í framburði.

   § 7. Í serligum føri kann verða neyðugt við einstaklinga undirvísing. Tá er § 5, stk. 1 eisini galdandi.

   § 8. Til næmingar, ið hava tørv á teknmálsundirvísing, skulu høli og serhøli í hóskandi stødd altíð vera tøk.
   Stk. 2. Dagført undirvísingartilfar til næmingarnar skal vera á skúlanum.
   Stk. 3. Hølini skulu vera útgjørd við tí tøkni, ið krevst til undirvísing av deyvum og tunghoyrdum næmingum.
   Stk. 4. Sernámsdepilin ráðgevur skúlum í sambandi við innrætting av serhølum og keyp og nýtslu av undirvísingartilfari og tøkni.

   § 9. Umframt skylduga tímatalið skulu næmingar hava undirvísing í teknmáli. Undirvísingin í teknmáli kann við loyvi frá foreldrunum verða givin uttanfyri vanligu tímatalvu næmingsins.

   § 10. Sernámsdepilin hevur ábyrgdina av at vegleiða og ráðgeva lærarum og leiðslu í námsfrøðiligum spurningum.

   § 11. Landsstýrismaðurin kann, tá serlig viðurskifti tala fyri tí, gera undantak frá reglunum í hesi kunngerð.

   § 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mentamálaráðið, 7. mai 2003

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/Petur Petersen (sign.)

 


Endanotur

1) Løgtingslóg nr. 125 er frá 20. juni 1997 .