KUNNGERÐ NR. 84 FRÁ 7. MAI 2003 UM HEIMAUNDIRVÍSING
Nr. 84 7. mai 2003

   Við heimild í § 43, stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

   § 1. Um foreldur sjálv vilja skipa fyri undirvísingini av børnum í undirvísingarskyldugum aldri, skulu tey vátta skrivliga fyri skúlastýrinum, at tey átaka sær hetta.

   § 2. Váttanin skal gera greitt, hvørji børn talan er um, hvar undirvísingin fer fram, og hvør skal undirvísa barninum/børnunum.

   § 3. Undirvísingin skal vera í samsvari við undirvísing fólkaskúlans og skal fylgja leiðbeinandi lesiætlanini.

   § 4. Kommunustýrið hevur sambært § 47, stk. 2 í løgtingslóg um fólkaskúlan eftirlit við heimaundirvísing.
   Stk. 2. Tað áliggur kommunustýrinum at senda foreldrum ella teimum, ið hava undirvísingina um hendi, leiðbeinandi lesiætlanina og kunngerðina um heimaundirvísing.

   § 5. Eftirlitið við undirvísingini verður framt av fólki, sum hevur læraraútbúgving, og sum ikki er í starvi í skúlanum í kommununi.

   § 6. Eftirlitið, sum fer fram á staðnum, verður framt hvønn mánað og skal fata um:
1. Samskifti við foreldur og tann/tey, ið undirvísa barninum/børnunum, um gongdina í farna mánaði og um ætlanir fyri komandi undirvísing.
2. Kanning av kunnleikastøði næmingsins/næminganna sambært § 5, stk. 2 í løgtingslóg um fólkaskúlan við høvuðsdenti á lærugreinirnar kristnikunnleiki, føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði og skriving.

   Stk. 2. Um heimaundirvísingin hevur vart longur enn eitt hálvt ár, kann landsstýrismaðurin loyva, at eftirlitið verður framt annan hvønn mánað.
   Stk. 3. Eftirlitið skal verða fráboðað foreldrunum í seinasta lagi 2 dagar frammanundan.

   § 7. Eftirlitsfólkið skal í sambandi við hvørt eftirlit skriva frágreiðing um undirvísingina. Frágreiðingin skal sýna kunnleikastøði næmingsins/næminganna í ávísum lærugreinum sambært § 6, stk. 1 nr. 2.
   Stk. 2. Frágreiðingin skal eisini sýna, um undirvísingin í farna skeiði er í samsvari við undirvísing fólkaskúlans.

   § 8. Frágreiðingin sambært § 7 skal sendast kommunustýrinum og avrit til foreldrini og Mentamálaráðið. Ansast skal eftir, at persónliga metingin av einstøku næmingunum bara verður send viðkomandi foreldrum og Mentamálaráðnum.
   Stk. 2. Frágreiðingin skal vera skrivlig og skal verða send pørtunum sbrt. stk. 1 í seinasta lagi 14 dagar eftir, at eftirlitið er framt.

   § 9. Um eftirlitsfólkið eftir kanningina av næmingi/næmingum sbrt. § 6 metir, at undirvísingin ikki er fullgóð, skulu foreldur ella verjar hava skrivliga fráboðan um tey ítøkiligu viðurskiftini, sum skulu fáast í rættlag innan eina ásetta freist.
   Stk. 2. Avrit av skrivligu fráboðanini sbrt. stk. 1 skal sendast barnaverndini, skúlastýrinum, kommunustýrinum og Mentamálaráðnum.

   § 10. Eru viðurskiftini sbrt. § 9, stk. 1 ikki fingin í rættlag eftir, at ásetta freistin er farin, skal kommunustýrið við eina viku freist boða hesum umboðum til fundar:
1. 1 umboð fyri kommunustýrið
2. 1 umboð fyri barnaverndina
3. 1 umboð fyri Mentamálaráðið
4. Eftirlitsfólkið sbrt. § 5

Umboðið fyri kommunustýrið er formaður í nevndini.
   Stk. 2. Umboðini skulu, eftir at málið er viðgjørt á fundinum sbrt. stk. 1 við vanligari atkvøðugreiðslu, taka støðu til, um næmingurin skal aftur í skúla ella ikki. Við atkvøðujavnað er formansins atkvøða avgerandi.
   Stk. 3. Kommunustýrið boðar foreldrunum ella verjunum frá avgerðini.

   § 11. Avgerð um at áleggja foreldrum ella verjum at lata næmingin fara aftur í skúla sbrt. § 10, stk. 2, kann verða løgd fyri landsstýrismannin innan eina viku eftir, at avgerðin er fráboðað.

   § 12. Kommunustýrið ber útreiðslurnar av eftirlitinum.

   § 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mentamálaráðið, 7. mai 2003

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/Petur Petersen (sign.)