KUNNGERĐ NR. 6 FRÁ 18. JANUAR 1988 UM FRÍTÍĐARVIRKSEMI.

   Viđ heimild í § 11, 3. stk. í lřgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíđarundirvísing v.m. hevur landsstýriđ fyrisett hesar reglur um innihaldiđ í og vaviđ av frítíđarvirksemi:

   § 1. Frítíđarvirksemi er virksemi fyri řll břrn og ung undir 25 ár, og fyri onnur eftir góđkenning kommununnar, sum áhugafelřg og áhugabólkar skipa fyri, ella sum bý-/bygdarráđiđ á annan hátt tryggjar íbúgvunum.

   § 2. Frítíđarvirksemi skal:
  a) av stigtakaranum vera skipađ eftir eini ćtlan,
  b) standa řllum břrnum og ungum undir 25 ár, og řđrum eftir góđkenning kommununnar, í bođi,
  c) verđa lýst alment og
  d) hjá hvřrjum bólki fevna um í minsta lagi 20 tímar og í mesta lagi 60 tímar og í mesta lagi vera 4 tímar um dagin.

    2. stk. Luttřka í frítíđarvirksemi má ikki vera treytađ av:
  a) einari ávísari hugmyndafatan,
  b) tilknýti til ávíst yrki, ein felagsskap ella stovn ella
  c) bústađi innan ávíst řki.

    3. stk. Frítíđarvirksemi kann í serstřkum fřri og viđ avmarkađum luttakaratali verđa sett á stovn í sambandi viđ skúla, sjúkrahús, barnaumsorgan, serumsorgan og annađ.
    4. stk. Landsskúlafyrisitingin kann í serstřkum fřri loyva frávik frá ásetingunum í 1. og 2. stk.
    5. stk. Bý-/bygdarráđiđ kann samtykkja, at eingin kann luttaka í meira enn 3 bólkum í 1 virksemisskeiđi.

   § 3. Landsskúlaráđiđ góđkennir almennar reglur um frítíđarvirksemi.

   § 4. Henda kunngerđ kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd.