KUNNGERÐ NR. 157 FRÁ 16. JULI 1993 UM FRÁFARINGARROYNDIR FÓLKASKÚLANS.

   Við heimild í § 21 í løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan hevur landsstýrið fyrisett hesar reglur um krøvini í teimum einstøku lærugreinunum til fráfaringarroyndir fólkaskúlans, um innskriving til royndirnar, um royndarhaldið, um metingina og metgevingina og um, hvussu fráfaringarskjølini skulu vera:

Vanligar reglur.

   § 1. Fráfaringarroyndir fólkaskúlans hava til endamáls at geva næmingunum møguleika at fáa eina kannaða meting um, í hvørjum vavi teir hava nomið sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, ið sett eru upp sum mál fyri undirvísingini og sum royndarkrøv í viðkomandi lærugrein. Royndirnar skulu í mest møguligan mun hava støði í dagliga undirvísingarvirksemi skúlans.

   § 2. Fráfaringarroyndir fólkaskúlans verða hildnar í mai-juni (regluligt royndarskeið) og í november-desember (eykaroyndarskeið), smb. tó §§ 33, 34 og 35. Royndirnar verða nevndar fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í viðkomandi lærugrein.
   Stk. 2. Við heimild í § 20, 4 stk. í løgtingslóg um fólkaskúlan kann Landsskúlafyrisitingin gera av, at eingin roynd verður í ávísum lærugreinum og/ella lærugreinapørtum hvørt royndarskeiðið. Ársmet í viðkomandi lærugreinum/lærugreinapørtum telur tá sum royndarmet.

Innskriving og fráboðan.

   § 3. Næmingar, ið hava fylgt undirvísingin, kunnu við endan á 9. flokki í hvørji av lærugreinunum: føroyskum, donskum, rokning/støddfrøði, enskum, týskum, alis-/evnafrøði, søgu/samtíð, landalæru og lívfrøði skriva seg inn til fráfaringarroynd fólkaskúlans í tí regluliga royndarskeiðinum. Innskriving til fráfaringarroynd í kristnikunnleika kann tó ikki fara fram fyrr enn við endan á 10. flokki.
   Stk. 2. Við endan á 8. flokki ella seinni kunnu næmingar skriva seg inn til fráfaringarroynd fólkaskúlans í hvørji av lærugreinunum: handarbeiði, smíði, heimkunnleika, maskinskriving, roknskaparførslu og latíni í tí regluliga royndarskeiðinum. Viðvíkjandi lærugreinunum handarbeiði, smíði og heimkunnleika er tað ein treyt, at næmingurin aftan á 7. skúlaár hevur tikið lut í undirvísingini í einum vavi, sum í minsta lagi svarar til 4 tímar um vikuna í einum heilum skúlaári.
   Stk. 3. Næmingar, ið hava fylgt undirvísingini, kunnu við endan á 10. flokki í hvørji av lærugreinunum: føroyskum, donskum, rokning/støddfrøði, enskum og týskum skriva seg inn til víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans ella fráfaringarroynd fólkaskúlans. Í lærugreinini alis-/evnafrøði og lærugreinunum alisfrøði og evnafrøði kunnu næmingarnir við endan á 10. flokki skriva seg inn til ávikavist fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Treytin fyri, at næmingar kunnu skriva seg inn til víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, er tann, at teir hava fylgt undirvísingini í 10. flokki.
   Stk. 4. Næmingur kann ikki skriva seg inn bæði til fráfaringarroynd og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans í somu lærugrein í sama royndarskeiði.
   Stk. 5. Avgerðin um innskriving til royndirnar tekur næmingurin í samráð við foreldrini og skúlan (smb. tó § 54 í løgtingslóg um fólkaskúlan).
   Stk. 6. Næmingur, ið hevur fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí árinum, tá ið royndin er, og sum hevur fylgt undirvísingini í lærugrein/lærugreinum á einum øðrum undirvísingarstovni, kann skriva seg inn til roynd í viðkomandi lærugrein/lærugreinum, um so er, at hann hevur fylgt eini undirvísing, ið samsvarar henni, fólkaskúlin krevur (smb. § 20, 6. stk. í løgtingslóg um fólkaskúlan).
   Stk. 7. Landsskúlafyrisitingin kann eftir umsókn gera frávik frá 6. stk.

   § 4. Næmingar, ið hava skrivað seg inn til roynd í tí regluliga royndarskeiðinum, men sum av sjúku hava verið heilt ella lutvíst forðaðir at tikið royndina, kunnu skriva seg inn av nýggjum til royndina í eykaroyndarskeiðinum.
   Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin kann undir serstøkum viðurskiftum loyva næmingum, ið hava skrivað seg inn til roynd í tí regluliga royndarskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn av sjúku ella bert lutvíst hava tikið royndina, at skriva seg inn av nýggjum til royndina í eykaroyndarskeiðinum.
   Stk. 3. Í lærugreinum, har tann endaliga royndin bæði er skrivlig og munnlig, ella har tann skrivligi parturin fevnir um meira enn eina uppgávu/ein uppgávupart, sum sjálvstøðugt próvtal verður givið í, fara teir í 1. og 2. stk. umrøddu næmingar í eykaroyndarskeiðinum bert upp til roynd í tí parti, sum teir hava verið forðaðir at tikið.

   § 5. Næmingar, sum verða undirvístir í lærugrein, har undirvísingin sambært undirvísingarætlan skúlans endar í november/-desember, eiga at skriva seg inn til roynd í eykaroyndarskeiðinum.

   § 6. Fráboðan um royndarhald í fráfaringarroyndum fólkaskúlans skal verða send Landsskúlafyrisitingini í seinasta lagi 1. februar um royndir í tí regluliga royndarskeiðinum og í seinasta lagi 1. september um royndir í eykaroyndarskeiðinum.

   § 7. Landsskúlafyrisitingin kann gera reglur um innskriving og fráboðan.

   § 8. Tey, ið hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí árinum, tá ið royndin er, og sum ætla at fara upp til fráfaringarroynd fólkaskúlans uttan at hava fyrireikað seg til tess á skúla, skulu skrivliga og í seinasta lagi 1. februar venda sær til Landsskúlafyrisitingina og siga frá, hvørji lærugrein/hvørjum lærugreinum, tey ætla sær at fara til roynd í (smb. tó § 3, 4. stk.)
   Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin sendir í seinasta lagi 15. februar oyðubløð til tekstuppgerð til royndirnar. Tekstuppgerðin skal verða send Landsskúlafyrisitingini aftur í seinasta lagi 1. mars.
   Stk. 3. Landsskúlafyrisitingin fyriskipar royndirnar, og verða tær hildnar í tí regluliga royndarskeiðinum. Reglurnar í § 4 eru eisini galdandi fyri sjálvlesandi.
   Stk. 4. Landsskúlafyrisitingin ger reglur um hesar royndir.

Tær skrivligu royndirnar.

   § 9. Landsskúlafyrisitingin ger av, nær tær skrivligu royndirnar verða hildnar. Skriv um hetta verður sent skúlunum.
   Stk. 2. Landsskúlafyrisitingin ger uppgávurnar til tær skrvligu royndirnar og sendir skúlunum tær í seinasta lagi 4 dagar, áðrenn royndirnar byrja.
   Stk. 3. Brævjálvin við royndaruppgávunum skal ikki verða brotin upp, fyrr enn royndin byrjar.

   § 10. Landsskúlafyrisitingin ger gjøllari reglur um loyvdar hjálparmiðlar o.a.
   Stk. 2. Skúlin syrgir fyri, at pappír og loyvdir hjálparmiðlar verða latin próvtakarunum.

   § 11. Landsskúlafyrisitingin ger gjøllari reglur um, hvussu royndirnar verða framdar.

   § 12. Um so er, at ein próvtakari verður ov seinur til skrivliga roynd, so kann hann vanliga ikki verða við í royndini í viðkomandi lærugrein. Skúlaleiðarin kann tó loyva honum at verða við, um so er, at tað er óhugsandi, at próvtakarin hevur fingið upplýsingar um uppgávuna, og leiðarin heldur seinkingina verða nóg væl grundgivna. Leiðarin eigur tá straks at boða Landsskúlafyrisitingini frá málinum, og tekur hon støðu til, hvørt royndin hjá hesum próvtakara kann verða góðkend ella ikki.
   Stk. 2. Ein próvtakari, sum - uttan iva - á órættiligan hátt roynir at útvega sær sjálvum ella veitir øðrum próvtakara hjálp til uppgávuloysnina, skal verða vístur burtur frá royndini í viðkomandi lærugrein. Málið skal straks verða boðað Landsskúlafyrisitingini skrivliga. Kemur fram undir royndini ella metingini ein varhugi av, at ein próvtakari á órættiligan hátt hevur útvegað sær sjálvum ella veitt øðrum hjálp ella roynt hetta, so eigur tað skrivliga at verða boðað Landsskúlafyrisitingini, ið ger av, um royndin verður góðkend.

   § 13. Landsskúlafyrisitingin tilnevnir próvdómarar. Próvdómarin og lærarin í lærugreinini meta uppgávusvarini.
   Stk. 2. Próvdómarin ger fyrst sína meting. Próvdómari og lærari seta síni próvtøl á hvør sín lista. Próvtalslistarnir verða sendir/latnir skúlaleiðaranum, ið sendir próvdómaranum eitt makaskjal av lærarans lista og læraranum eitt makaskjal av próvdómarans lista. Um so er, at partarnir ikki eru samdir um metingina, so eiga samráðingar at fara fram - skrivliga ella munnliga - partanna millum, um annar parturin krevur tað.
   Stk. 3. Tá ið metingin er liðug, skrivar skúlaleiðarin, sbr. § 45, 2 stk. tey endaligu próvtølini inn í ta góðkendu royndarprotokollina.
   Stk. 4. Skúlin skal varðveita uppgávusvarini í minsta lagi eitt ár; men ynskir næmingurin at fáa svarini útflýggjað, verða tey latin honum, tá ið próvdømingin er liðug.

Tær munnligu og tær verkligu royndirnar.

   § 14. Skúlaleiðarin skal senda Landsskúlafyrisitingini upplýsingar um, hvat ið verður uppgivið til tær munnligu royndirnar og um tær arbeiðsgongdir, sum nýttar eru í hvørji av teimum verkligu royndarlærugreinunum, eins og sagt eigur at vera, hvørjir lærarar hava undirvíst í lærugreinunum. Upplýsingar skulu verða sendar inn í seinasta lagi 1. februar. Tær verða skrivaðar á oyðibløð, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.

   § 15. Próvdómarar, ið Landsskúlafyrisitingin hevur tilnevnt, ella skúlaleiðarin hevur sett, hjálpa til við royndunum. Ein lærari kann ikki vera próvdómari í sama skúla, har hann starvast sum lærari.
   Stk. 2. Fjúrtan dagar áðrenn tær munnligu royndirnar byrja, boðar Landsskúlafyrisitingin skúlunum frá, hvørjum lærugreinum farið verður til roynd í, sbr. § 20, 4. stk. í løgtingslóg um fólkaskúlan, og hvønn dag tilnevndir próvdómarar koma. Skúlaleiðarin skal síðani senda Landsskúlafyrisitingini eina samlaða ætlan fyri royndarhaldið í teimum munnligu og verkligu royndunum við upplýsingum um, hvør próvdómari er settur í teimum lærugreinum, har Landsskúlafyrisitingin ikki hevur tilnevnt próvdómara. Til tess verða brúkt oyðubløð, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.

   § 16. Lærarin í lærugreinini ger spurningarnar til tær munnligu royndirnar og uppgávurnar til tær verkligu royndirnar.
   Stk. 2. Spurningarnir til tær munnligu royndirnar, ið bæði eiga at vera fjølbroyttir og hóskandi í vavi, skulu fevna um allan tann uppgivna setningin. Talið á spurningum skal vera 25% meira enn próvtakaratalið, tó í minsta lagi 20 ymiskir spurningar. Spurningarnir og tann uppgivni setningurin í lærugreinini verða gjøgnum skúlaleiðaran sendir próvdómaranum í seinasta lagi 10 dagar, áðrenn royndin í lærugreinini verður hildin. Áðrenn royndin byrjar, samráðast próvdómari og lærari um spurningarnar, og próvdómaranum er loyvt at strika einstakar av teimum spurningum, sum lærarin hevur gjørt.
   Stk. 3. Í handarbeiði og smíði verður próvdómarin í seinasta lagi 10 dagar, áðrenn próvdømingin byrjar, gjøgnum skúlaleiðaran skrivliga gjørdur kunnugur um teir royndarlutir, sum verða lagdir fram og umrøddir.
   Stk. 4. Í heimkunnleika verður próvdómarin í seinasta lagi 10 dagar, áðrenn royndin byrjar, gjøgnum skúlaleiðaran skrivliga gjørdur kunnugur um tær uppgávur, sum royndin fevnir um.

   § 17. Skúlin skipar fyri, at neyðugt tilfar er til taks til tær munnligu og verkligu royndirnar.

   § 18. Spurningar til tær munnligu royndirnar og uppgávurnar til royndina í heimkunnleika verða býtt sundur millum próvtakararnar við lutakasti, so at hvør próvtakari tekur ein spurning. Samanber tó viðvíkjandi heimkunnleika harumframt § 35, 3 stk.
   Stk. 2. Tær munnligu royndirnar eru almennar.
   Stk. 3. Verður fyrireikingartíð givin til tær munnligu royndirnar, skulu próvtakararnir verða undir umsjón í fyrireikingartíðini.
   Stk. 4. Undir teimum munnligu royndunum er tað viðkomandi lærari, ið yvirhoyrir próvtakararnar. Kortini er tað loyvt próvdómaranum vanliga gjøgnum læraran at seta próvtakaranum einstakar spurningar. Heldur próvdómarin yvirhoyringina vera hvørki so, er honum loyvt millum tvær yvirhoyringar í einrúmi um neyðugt undir hjáveru skúlastjórans at mæla læraranum til at hava eina betur hóskandi yvirhoyring. Heldur próvdómarin framvegis yvirhoyringina vera hvørki so, sendir hann gjøgnum sín skúlaleiðara Landsskúlafyrisitingini eina frágreiðing um málið. Makaskjal verður sent læraranum og skúlaleiðaranum, har lærarin starvast.
   Stk. 5. Í teimum munnligu royndunum skal próvdømast eftir hvørja yvirhoyring. Í bólkroynd eigur allur bólkurin at verða próvdømdur samstundis og hvør næmingur sær.
   Stk. 6. Próvdómari og lærari eru einsamallir undir próvdømingini. Tað áliggur próvdómaranum at siga sína døming fyrst.

   § 19. Royndarpróvtølini verða smb. § 45, 2 stk. skrivað á ein lista, ið lærari og próvdómari skriva undir. Um teir ikki eru samdir um próvtalið, so verða somuleiðis serpróvtølini hjá próvdómara og lærara skrivað á listan. Landsskúlafyrisitingin eigur at góðkenna teir listar, sum verða brúktir til hetta endamál.
   Stk. 2. Tá ið próvtalslistin er undirskrivaður, hevur próvdómarin rætt til at gera seg kunnugan við ársmet næminganna í lærugreinini.
   Stk. 3. Skúlaleiðarin ella eitt hjálparfólk, hann hevur givið heimild til tess, skrivar beint eftir royndina próvtølini inn í royndarprotokollina.

Fráfaringarroynd fólkaskúlans í teimum einstøku lærugreinunum.

Kristnikunnleiki.

   § 20. Royndin er munnlig og hevur sítt støði í undirvísingarinnihaldinum í 8. - 10. flokki.
   Stk. 2. Royndin eigur í høvuðsheitum at vera grundað á tað teksttilfar, sum viðgjørt er í 10. flokki; men tilfar, sum viðgjørt er í 8. og 9. flokki, kann eisini verða nýtt sum royndartilfar.
   Stk. 3. Teksturin eigur at vera fjølbroyttur, so at til ber hjá næminginum at sýna hegni at greiða frá og lýsa tey kristnu virðini.
   Stk. 4. Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika seg.
   Stk. 5. Eitt próvtal verður givið.

Føroyskt.

   § 21. Royndin er skrivlig og munnlig.
   Stk. 2. Tann skrivligi parturin av royndini fevnir um eina uppgávu í rættskriving og eina uppgávu í framseting.
   Stk. 3. Til rættskrivingaruppgávuna, ið fevnir um rættskriving og mállæru, fær næmingurin 1¡~" tíma, har 1 tími verður nýttur til rættskriving og ¡~" tími til mállæru. Eitt próvtal verður givið.
   Stk. 4. Til ta skrivligu framsetingina fær næmingurin 4 tímar. Uppgávan verður svarað við støði í einum lisnum, hoyrdum ella sæddum tekstevni ella eini samanseting av nevndu evnum. Givin eiga at verða fleiri evni, sum næmingurin kann velja ímillum. Kravt verður, at næmingurin dugir at skipa evnið, orða sína vitan og at siga frá egnum royndum og hugsanum. Svarið skal verða skrivað á einum máli, sum er greitt og lætt at skilja. Eitt próvtal verður givið fyri evnisviðgerð og málburð og eitt próvtal fyri røkjuskap.
   Stk. 5. Til munnliga partin av royndini verða uppgivnar í bundnum og óbundnum máli umleið 80 - 100 vanligar síður* av fjølbroyttum tekstúrvali úr føgrum bókmentum (bundnum og óbundnum máli og leikritaskaldskapi) úr teimum ymsu tíðarskeiðunum og yrkisbókmentir, eitt høvuðsverk og umleið 100 kvæðaørindi. Annar skaldskapur, ið so ella so myndar eina heild, kann verða tikin við sum høvuðsverk. Næmingar í sama flokki ella bólki kunnu tó geva upp ymisk høvuðsverk.
   Stk. 6. Tann munnligi parturin av royndini hevur sítt støði í kendum ella ókendum teksti og fatar um tekstviðgerð, bókmentasøgu og mállæru. Í tekstviðgerðini kann verða valt millum kendan og ókendan tekst. Ókendur tekstur skal vera umleið 3 vanligar síður. Kravt verður, at næmingurin skilir tekstinnihaldið, dugir at viðgera og eygbera tekstin, gera tekstsammetingar og at málbera seg á føroyskum. Næmingur, sum fer upp í ókendum teksti, skal duga at bera hann saman við kenda tekstin. Ókendi teksturin skal tí verða valdur soleiðis, at til ber hjá næminginum at sammeta hann við kenda tekstin. Fyrireikingartíðin til ókendan tekst kann í mesta lagi vera 40 minuttir. Eitt próvtal verður givið.

Danskt.

   § 22. Royndin er skrivlig og munnlig.
   Stk. 2. Tann skrivligi parturin av royndini fevnir um eina uppgávu í rættskriving og eina uppgávu í framseting.
   Stk. 3. Til uppgávuna í rættskriving fær næmingurin 1 tíma. Eitt próvtal verður givið.
   St. 4. Til ta skrivligu framsetingina fær næmingurin 4 tímar. Uppgávan verður svarað við støði í einum lisnum ella sæddum teksti ella eini samanseting av nevndu evnum. Givin eiga at verða fleiri evni, sum næmingurin kann velja ímillum. Kravt verður, at næmingurin dugir at skipa evni, orða sína vitan og siga frá egnum royndum og hugsanum. Svarið skal vera skrivað á einum máli, sum er greitt og lætt at skilja. Eitt próvtal verður givið fyri evnisviðgerð og málburð og eitt próvtal fyri røkjuskap.
   Stk. 5. Til munnliga partin av royndini verða uppgivnar í bundnum og óbundnum máli 60 - 80 vanligar síður av fjølbroyttum tekstúrvali úr føgrum bókmentum (bundnum og óbundnum máli og leikritaskaldskapi) og yrkisbókmentum. Harafturat verða uppgivin 1 ella 2 høvuðsverk av føgrum bókmentum. Næmingar í sama flokki ella bólki kunnu geva upp ymisk høvuðsverk. Meginparturin av tí uppgivna tekstinum eigur at vera danskur ella norðurlendskur tekstur í danskari týðing úr ymsum tíðarskeiðum.
   Stk. 6. Tann munnligi parturin av royndini hevur sítt støði í kendum og ókendum teksti og fatar um tekstviðgerð. Kravt verður, at næmingurin skilir tekstinnihaldið, dugir at viðgera og eygbera tekstin, gera tekstsammetingar og at málbera seg á donskum. Næmingur, sum fer upp í ókendum teksti, skal duga at bera hann saman við kenda tekstin. Ókendi teksturin skal tí verða valdur soleiðis, at til ber hjá næminginum at sammeta hann við kenda tekstin. Fyrireikingartíðin til ókendan tekst kann í mesta lagi vera 40 minuttir. Eitt próvtal verður givið.

Enskt.

   § 23. Royndin er munnlig.
   Stk. 2. Uppgivnar verða 30 vanligar síður av fjølbroyttum og nágreiniliga viðgjørdum teksti á hóskandi torleikastigi.
   Stk. 3. Royndin skal sýna førleika næmingsins at skilja skrivað og talað enskt mál og at samrøða á enskum um innihaldið í ókendum teksti, ¡~" vanliga síðu til longdar, og í ókendum teksti á ljóð- ella sjónbandi, 1 - 3 minuttir til longdar. Næmingurin 20 minuttir at fyrireika ókenda tekstin. Við støði í teksti, sum er viðgjørdur í árinum, verður næmingurin royndur í upplestri, týðing og samrøðu.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Týskt.

   § 24. Royndin er munnlig.
   Stk. 2. Uppgivnar verða 30 vanligar síður av fjølbroyttum og nágreiniliga viðgjørdum teksti á hóskandi torleikastigi.
   Stk. 3. Royndin skal sýna førleika næmingsins at skilja skrivað og talað týskt mál og at samrøða um innihaldið í ókendum teksti, ¡~" vanliga síðu til longdar, og í ókendum teksti á ljóð- ella sjónbandi, 1 - 3 minuttir til longdar. Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika ókenda tekstin. Við støði í teksti, sum er viðgjørdur í árinum, verður næmingurin royndur í upplestri, týðing og samrøðu.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Latín.

   § 25. Royndin er munnlig.
   Stk. 2. Uppgivnar verða umleið 20 samanhangandi vanligar síður av nágreiniliga lisnum teksti á hóskandi torleikastigi.
   Stk. 3. Við støði í tí uppgivna tekstinum verður fimi næmingsins roynt í týðing og greining av setningum, liðum og orðum.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Rokning/støddfrøði.

   § 26. Royndin er skrivlig og í tveimum pørtum: greiðslurokning og fimisrokning.
   Stk. 2. Royndin í greiðslurokning varir 4 tímar og fatar um hesi høvuðsumráði: talviðgerð, samfelagsrokning, frammand gjaldoyru, geometri, trigonometri, alisfrøðilig evni, algebra, hagfrøði, vídd, ummál og rúmd, evnisnøgd, rúmd og vekt, støddarlutfall, brot, prosentrokning, fallhugtak, flytingar og samskap.
   Stk. 3. Umframt sjálvt svarið verður dentur lagdur á, at næmingurin greidliga orðar hugsan sína um uppgávuloysnina. Eitt próvtal verður givið fyri svarið og eitt fyri røkjuskap.
   Stk. 4. Royndin í fimisrokning varir 1 tíma. Eitt próvtal verður givið.

Alis-/evnafrøði.

   § 27. Royndin er munnlig og fevnir um hesi høvuðsumráði: orku, rørslu, ravmagn og sigulmagn, sveiggj og aldur, kjarnorkufrøði, bitlahugtakið, evnaeginleikar, luft, vatn, metal og ikki-metal, sýru og lút, jón og jónbindingar.
   Stk. 2. Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum royndarháttum hann ynskir at nýta:
A) Næmingurin fær 20 minuttir til at fyrireika uppgávuna, ið bæði kann vera verklig og ástøðilig. Í samrøðu, har næmingurin greiðir frá arbeiðnum við uppgávuni, verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt. Undir samrøðuni kann næmingurin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alis-/evnafrøðiligum evni.
B) Næmingurin/bólkurin fær umleið 1 tíma at loysa eina alis-/evnafrøðiliga royndaruppgávu, ið bæði kann verða einstaklingsuppgáva ella bólkuppgáva hjá 2-3 næmingum. Hvør einstakur næmingur skal gjøgnum samrøðu greiða frá, so hvørt sum arbeitt verður við uppgávuni. Til endans verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt, og í hesi samrøðu kunnu eisini aðrir partar av tí uppgivna setninginum verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alis-/evnafrøðiligum evni.

   Stk. 3. Tann royndarháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama bólki.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Roknskaparførsla.

   § 28. Royndin, ið varir 3 tímar, fatar um bókingar innan hesi høvuðsumráði: útgjaldingar, ogn og skuld, vanligir kostnaðir, lønir og rentur, innbúgv, fasta ogn, vørukeyp, vørusølu og eginnýtslu. Harafturat kann royndin fata um stuttar uppgávur í rakstrarroknskapi, fíggjarstøðu og kapitalviðurskiftum.
   Stk. 2. Eitt próvtal verður givið.

Maskinskriving.

   § 29. Royndin er í tveimum pørtum og fatar um:
a) avskriving av fyriløgdum teksti.
b) skjótleika og rættleika.

   Stk. 2. Tann fyrri parturin varir 15 minuttir og tann seinni 5 minuttir.
   Stk. 3. Eitt próvtal verður givið.

Søga/samtíð.

   § 30. Royndin er munnlig og hevur sítt støði í undirvísingarinnihaldinum í 8. og 9. flokki.
   Stk. 2. Royndin fatar um eitt hóskandi úrval av tí teksttilfari, sum viðgjørt er í 8. og 9. flokki.
   Stk. 3. Teksturin eigur at vera fjølbroyttur, so at til ber hjá næminginum at sýna hegni at viðgera søgu-/samtíðarspurningar. Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika seg.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Landalæra.

   § 31. Royndin er munnlig og hevur sítt støði í undirvísingarinnihaldinum í 8. og 9. flokki.
   Stk. 2. Royndin fatar um eitt hóskandi úrval av tí teksttilfari, sum viðgjørt er í 8. og 9. flokki.
   Stk. 3. Teksturin eigur at vera fjølbroyttur, so at til ber hjá næminginum at sýna hegni at viðgera landalæruspurningar. Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika seg.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Lívfrøði.

   § 32. Royndin er munnlig og hevur sítt støði í undirvísingarinnihaldinum í 8. og 9. flokki.
   Stk. 2. Royndin fatar um eitt hóskandi úrval av tí teksttilfari, sum viðgjørt er í 8. og 9. flokki.
   Stk. 3. Teksturin eigur at vera fjølbroyttur, so at til ber hjá næminginum at sýna hegni at viðgera lívfrøðiligar spurningar. Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika seg.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Handarbeiði.

   § 33. Royndin hevur til endamáls, at gjørt verður eitt handarbeiði við eini arbeiðsætlan, har næmingurin fær høvi at sýna ástøðiligan kunnleika, verkligan førleika og hegni.
   Stk. 2. Royndin fer fram í mesta lagi teir 12 seinastu handarbeiðstímarnar í skúlatíðini.
   Stk.3. Fyrst ger næmingurin eina arbeiðsætlan, ið kann vera skrivlig og/ella lýst við myndum og smároyndum, ið sýna arbeiðslag og ymiskar arbeiðshættir, og síðani verður farið undir at gera verkliga partin av uppgávuni.
   Stk. 4. Arbeiðsætlanin og lidna/ólidna handarbeiðið verða løgd fram og umrødd, meðan próvdómarin er hjástaddur.
   Stk. 5. Eitt próvtal verður givið.

Smíð.

   § 34. Royndin hevur til endamáls, at gjørt verður eitt smíðiarbeiði við eini arbeiðsætlan, har næmingurin fær høvi at sýna ástøðiligan kunnleika, verkligan førleika og hegni.
   Stk. 2. Royndin fer fram í mesta lagi teir 12 seinastu smíðitímarnar í skúlatíðini.
   Stk.3. Fyrst ger næmingurin eina arbeiðsætlan, ið kann vera skrivlig og/ella lýst við myndum og smároyndum, ið sýna arbeiðslag og ymiskar arbeiðshættir, og síðani verður farið undir at gera verkliga partin av uppgávuni.
   Stk. 4. Arbeiðsætlanin og lidna/ólidna smíðiarbeiðið verða løgd fram og umrødd, meðan próvdómarin er hjástaddur.
   Stk. 5. Eitt próvtal verður givið.

Heimkunnleiki.

   § 35. Royndin hevur til endamáls, at gjørt verður ein verklig uppgáva eftir eini arbeiðsætlan, har næmingurin fær høvi at sýna ástøðiligan kunnleika, verkligan førleika og hegni.
   Stk. 2. Næmingarnir kunnu velja, um teir ynskja at arbeiða sjálvstøðugir ella í bólkum.
   Stk. 3. Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum royndarháttum hann ynskir at nýta:
A) Næmingurin/bólkurin tekur eina uppgávu og fær síðan 30 minuttir til at fyrireika arbeiðsgongdina og skriva niður tað tilfar, ið nýtt verður til uppgávuna. Royndin varir 2¡~" tíma.
B) Fyri 1. apríl taka næmingarnar í samráð við læraran avgerð um, hvat/hvørji evnisøki næmingurin/bólkurin ynskir at fara til roynd í. Næmingurin/bólkurin viðger síðan evnisøkið/evnisøkini teir seinastu - og í mesta lagi 12 - undirvísingartímarnar. Meðan arbeitt verður við evnisøkinum/-økjunum, verður støða tikin til viðkomandi arbeiðshættir í sambandi við uppgávuloysnina. Næmingurin/bólkurin tekur eina uppgávu og fær síðan 30 minuttir til at fyrireika arbeiðsgongdina og at skriva niður tað tilfar, ið nýtt verður til uppgávuna. Royndin varir 2¡~" tíma.

   Stk. 4. Tann royndarháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama bólki.
   Stk. 5. Um royndin fer fram sum bólkroynd, so eigur uppgávan at verða orðað á ein slíkan hátt, at til ber hjá tí einstaka næminginum í bólkinum at sýna sín fakliga førleika.
   Stk. 6. Eitt próvtal verður givið.

Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í teimum einstøku lærugreinunum.

Føroyskt.

   § 36. Royndin er skrivlig og munnlig.

Stk. 2. Tann skrivligi parturin av royndini fevnir um eina uppgávu í framseting.
   Stk. 3. Til ta skrivligu framsetingin fær næmingurin 4 tímar. Uppgávan verður svarað við støði í einum lisnum, hoyrdum ella sæddum tekstevni ela eini samanseting av nevndu evnum. Givin eiga at verða fleiri evni, sum næmingurin kann velja ímillum. Kravt verður, at næmingurin dugir at skipa evnið, orða sína vitan og at siga frá egnum royndum og hugsanum. Svarið skal verða skrivað á einum máli, sum er fjølbroytt og lætt at skilja.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið fyri evnisviðgerð og málsligt hegni og eitt próvtal fyri røkjuskap.
   Stk. 5. Til munnliga partin av royndini verða uppgivna í bundnum og óbundnum máli umleið 100 - 120 vanligar síður av fjølbroyttum tekstúrvali úr føgrum bókmentum (bundnum og óbundnum máli og leikritaskaldskapi) frá teimum ymsu tíðarskeiðunum og yrkisbókmentum. Harumframt verða uppgivin í minsta lagi 2 høvuðsverk av føgrum bókmentum og umleið 50 kvæðaørindi. Annar skaldskapur, ið so ella so myndar eina heild, kann verða tikin við sum høvuðsverk. Næmingar í sama flokki ella bólki kunnu tó geva upp ymisk høvuðsverk.
   Stk. 6. Tann munnligi parturin av royndini fevnir um tekstviðgerð, bókmentasøgu og mállæru. Í tekstviðgerðini kann verða valt millum kendan og ókendan tekst. Ókendur tekstur skal vera umleið 3 vanligar síður. Kravt verður, at næmingurin skilir tekstinnihaldið, dugir at viðgera og eygbera tekstin, gera sammetingar og málbera seg á føroyskum. Næmingur, sum fer upp í ókendum teksti, skal duga at bera hann saman við kenda tekstin. Ókendi teksturin skal tí vera valdur soleiðis, at til ber hjá næminginum at sammeta hann við kenda tekstin. Fyrireikingartíðin til ókendan tekst kann í mesta lagi vera 40 minuttir.
   Stk. 7. Eitt próvtal verður givið.

Danskt.

   § 37. Royndin er skrivlig og munnlig.
   Stk. 2. Tann skrivligi parturin av royndini fevnir um eina uppgávu í framseting.
   Stk. 3. Til ta skrivligu framsetingina fær næmingurin 4 tímar. Uppgávan verður svarað við støði í einum lisnum, hoyrdum ella sæddum teksti ella eini samanseting av nevndu evnum. Givin eiga at verða fleiri evni, sum næmingurin kann velja ímillum. Kravt verður, at næmingurin dugir at skipa evnið, orða sína vitan og siga frá egnum royndum og hugsanum. Svarið skal vera skrivað á einum máli, sum er fjølbroytt og lætt at skilja.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið fyri evnisviðgerð og málsligt hegni og eitt próvtal fyri røkjuskap.
   Stk. 5. Til munnliga partin av royndini verða uppgivnar í bundnum og óbundnum máli 80 - 100 vanligar síður av fjølbroyttum tekstúrvali úr føgrum bókmentum (bundnum og óbundnum máli og leikritaskaldskapi) og yrkisbókmentum. Harumframt verða uppgivin í minsta lagi 2 høvuðsverk av føgrum bókmentum. Annar skaldskapur, ið so ella so myndar eina heild, kann verða tikin við sum høvuðsverk. Næmingar í sama flokki ella bólki kunnu tó geva upp ymisk høvuðsverk. Meginparturin av tí uppgivna tekstinum eigur at vera danskur ella norðurlendskur tekstur í danskari týðing frá ymsum tíðarskeiðum.
   Stk. 6. Tann munnligi parturin av royndini hevur sítt støði í kendum ella ókendum teksti og fatar um tekstviðgerð, bókmentasøgu og mállæræu. Ókendi teksturin skal vera umleið 3 vanligar síður. Kravt verður, at næmingurin skilir tekstinnihaldið, dugir at viðgera og eygbera tekstin, gera sammetingar og málbera seg á donskum. Næmingur, sum fer upp í ókendum teksti, skal duga at bera hann saman við kenda tekstin. Ókendi teksturin skal tí vera valdur soleiðis, at til ber hjá næminginum at sammeta hann við kenda tekstin. Fyrireikingartíðin til ókendan tekst kann í mesta lagi vera 40 minuttir.
   Stk. 7. Eitt próvtal verður givið.

Enskt.

   § 38. Royndin er skrivlig og munnlig.
   Stk. 2. Tann skrivligi parturin av royndini fatar um 2 uppgávuloysnir: eina í málviðgerð og eina í framseting. Kravt verður, at næmingurin sýnir førleika at orðbera seg skrivliga á enskum og í meginheitum málsliga rætt. Royndin varir 4 tímar.
   Stk. 3. Eitt próvtal verður givið fyri tann skrivliga partin.
   Stk. 4. Til tann munnliga partin av royndini verða uppgivnar 50 vanligar síður av fjølbroyttum og nágreiniliga viðgjørdum teksti á hóskandi torleikastigi.
   Stk. 5. Tann munnligi parturin av royndini skal sýna førleika næmingsins at skilja skrivað og talað enskt mál og at samrøða á enskum um innihaldið í ókendum teksti (¡~" - 1 vanliga síðu til longdar), og í ókendum teksti á ljóð- ella sjónbandi (2 - 4 minuttir til longdar). Næmingurin fær 30 minuttir til at fyrireika tann ókenda tekstin. Við støði í teksti, sum er viðgjørdur í árinum, verður næmingurin royndur í upplestri, týðing og samrøðu.
   Stk. 6. Eitt próvtal verður givið fyri munnliga partin.

Týskt.

   § 39. Royndin er munnlig.
   Stk. 2. Til royndina verða uppgivnar 40 vanligar síður av fjølbroyttum og nágreiniliga viðgjørdum teksti á hóskandi torleikastigi.
   Stk. 3. Royndin skal sýna førleika næmingsins at skilja skrivað og talað týskt mál og at samrøða um innihaldið í ókendum teksti (¡~" - 1 vanliga síðu til longdar), og í ókendum teksti á ljóð- ella sjónbandi (2 - 4 minuttir til longdar). Næmingurin fær 30 minuttir at fyrireika ókenda tekstin. Við støði í teksti, sum er viðgjørdur í árinum, verður næmingurin royndur í upplestri, týðing og samrøðu.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Rokning/støddfrøði.

   § 40. Royndin er skrivlig og munnlig.
   Stk. 2. Royndin fevnir um hesi høvuðsumráði: samfelagsrokning, rentu, vøkstur, fremmand gjaldoyru, geometri, trigonometri, vídd, ummál og rúmd, støddarlutfall, allgebra, fallhugtak, hagfrøði, flytingar og samskap.
   Stk. 3. Tann skrivliga royndin fatar um ein uppgávupart og varir 4 tímar. Eitt próvtal verður givið fyri svarið og eitt fyri røkjuskap.
   Stk. 4. Til munnliga partin fær næmingurin 15 minuttir til fyrireikingar. Spurningarnir skulu hava støði í einum verkligum ella ástøðiligum uppleggi.
   Stk. 5. Í munnligu royndini skal dentur verða lagdur á eina heildarfatan av meginhugtøkunum í lærugreinini, og í hvønn mun næmingurin er førur fyri bæði ástøðiliga og verkliga at prógva gagnligu nýtslu teirra í sambandi við ítøkiligar uppgávuloysnir. Kravt verður, at næmingurin er førur fyri at gera niðurstøður og at grundgeva arbeiðsgongdina.
   Stk. 6. Eitt próvtal verður givið.

Alisfrøði.

   § 41. Royndin er munnlig og fevnir um hesi høvuðsumráði: orku, rørslu, ravmagn og sigulmagn, sveiggj og aldur, kjarnorkufrøði, bitlahugtakið, luft, vatn, metal og ikki-metal og møgulig onnur sjálvvald evni.
   Stk. 2. Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum royndarháttum hann ynskir at nýta:
A) Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika uppgávuna, ið bæði kann vera verklig og ástøðilig. Í samrøðu, har næmingurin greiðir frá arbeiðnum við uppgávuni, verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt. Undir samrøðuni kann næmingurin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni.
B) Næmingurin/bólkurin fær umleið 1 tíma at loysa eina alisfrøðiliga royndaruppgávu, ið bæði kann vera einstaklingsuppgáva ella bólkuppgáva hjá 2-3 næmingum. Hvør einstakur næmingur skal við samrøðu greiða frá, so hvørt sum arbeitt verður við uppgávuni. Til endans verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt, og í hesi samrøðu kunnu eisini aðrir partar av tí uppgivna setninginum verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni.

   Stk. 3. Tann royndarháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama bólki.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Evnafrøði.

   § 42. Royndin er munnlig og fevnir um hesi høvuðsumráði: bitlahugtakið, evnaeginleikar, sýru og lút, jón og jónsambindingar, mýl, kolevnafrøði, evni í dagligari nýtslu, evnafrøðiligan ídnað og umhvørvisdálking og møgulig onnur sjálvvald evni.
   Stk. 2. Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum royndarháttum hann ynskir at nýta:
A) Næmingurin fær 20 minuttir at fyrireika uppgávuna, ið bæði kann vera verklig og ástøðilig. Í samrøðu, har næmingurin greiðir frá arbeiðnum við uppgávuni, verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt. Undir samrøðuni kann næmingurin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum evnafrøðiligum evni.
B) Næmingurin/bólkurin fær umleið 1 tíma at loysa eina evnafrøðiliga royndaruppgávu, ið bæði kann vera einstaklingsuppgáva ella bólkuppgáva hjá 2-3 næmingum. Hvør einstakur næmingur skal við samrøðu greiða frá, so hvørt sum arbeitt verður við uppgávuni. Til endans verður sjálvt uppgávuevnið gjøllari viðgjørt, og í hesi samrøðu kunnu eisini aðrir partar av tí uppgivna setninginum verða tiknir við. Undir royndini skal næmingurin fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum evnafrøðiligum evni.

   Stk. 3. Tann royndarháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama bólki.
   Stk. 4. Eitt próvtal verður givið.

Próvtalsgeving.

   § 43. Í sambandi við próvtalsgeving verður tann í kunngerð nr. 99, dagfest 14. november 1980, nevndi próvtalsstigi brúktur.

   § 44. Næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki fáa støðumet í árinum og ársmet í øllum teimum lærugreinum/lærugreinapørtum, sum teir í árinum hava fingið undirvísing í.
   Stk. 2. Støðumetini lýsa lærarans meting av støðu næmingsins - kunnleika, fimil, arbeiðshátti og málburði. Tey verða skrivað í eina støðumetisprotokoll.
   Stk. 3. Ársmetini lýsa lærarans meting av støðu næmingsins. Tey verða skrivað í eina royndarprotokoll, beint áðrenn tann fyrsta skrivliga royndin byrjar.
   Stk. 4. Teir næmingar, sum fara úr skúlanum beinleiðis eftir 7. skúlaár ella úr 8. flokki, áðrenn støðumet verða givin, skulu fáa ársmet í teim lærugreinum/lærugreinapørtum, sum teir í 7. skúlaári hava fingið undirvísing í.

   § 45. Við fráfaringarroyndir fólkskúlans geva próvdómari og lærari próvtøl, og skulu tey lýsa metingina av royndaravriki næmingsins í lærugreinini/lærugreinarpartinum.
   Stk. 2. Próvdómari og lærari geva hvør sítt próvtal, sbr. § 13, 1. stk. og § 18, 5 stk. Um so er, at próvdómari og lærari við samráðingum sínámillum ikki kunnu semjast um royndarpróvtalið, so verður próvtalið ásett sum miðaltal millum próvtøl teirra. Um so er, at miðaltalið ikki samsvarar við tølini á próvtalsstiganum, so verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl á stiganum, so verður tað hækkað til tað fyrsta hægra talið í raðnum, um so er, at tað er próvdómarin, ið hevur givið tað hægra próvtalið; men hevur próvdómarin givið tað lægra próvtalið, so verður próvtalið tað fyrsta lægra talið í raðnum. Próvtalið 00 kan kortini bert verða givið, um bæði lærari og próvdómari eru samdir um tað.
   Stk. 3. Próvtalslistar, sbr. § 12, 2 stk. og § 19, 1 stk. skulu verða goymdir á skúlanum í minsta lagi eitt ár.

Frágreiðing um úrslitið av royndunum.

   § 46. Alt fyri eitt, sum royndirnar eru loknar, sendir skúlaleiðarin Landsskúlafyrisitingini eina frágreiðing um royndarúrslitið.

Fráfaringarskjal.

   § 47. Skúlin setur upp fráfaringarskjal fyri teir næmingar, ið fara úr skúlanum eftir 7. skúlaári ella seinni.
   Stk. 2. Á fráfaringarskjalinum skal standa:
a) navnið á næminginum, føðingardur og ár.
b) útskrivingardagur.
c) skúlaár og navn á skúlanum.
d) tær lærugreinir, næmingurin hevur havt skúlaárini.
e) tey seinast givnu ársmetini, og har tilskilað verður, fyri hvønn árgang tey eru givin. Teir næmingar, sum fara úr skúlanum í einum skúlaári, eftir at støðumet eru givin, men áðrenn ársmet eru givin, skulu fáa sett tey seinast givnu støðumetini í staðin fyri ársmetini.
f) próvtøl, sum eru fingin við fráfaringarroyndir (smb. eisini § 2, 2. stk). Næmingar, sum fleiri ferðir hava verið til roynd á sama stigi í somu lærugrein, fáa hægsta royndarpróvtalið sett á fráfaringarskjalið.

   Stk. 3. Fráfaringarskjalið verður skrivað á eitt serligt oyðublað, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.

Aðrar ásetingar.

   § 48. Landsskúlastjórin kann í serstøkum føri loyva frávik frá teimum ásettu reglum, herímillum broytingar í royndarháttunum í teimum munnligu og verkligu royndunum.

Gildissetan v.m.

   § 49. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
   Stk. 2. Kunngerð nr. 1, frá 8. januar 1983, um fráfaringarroyndir fólkaskúlans og kunngerð nr. 69, frá 27. mai 1987, um broyting í kunngerð um fráfaringarroynd fólkaskúlans verða hervið samstundis settar úr gildi. Tó vera §§ 20-31 galdandi skúlaárið 1993/94 fyri næmingar, ið fara til fráfaringarroynd fólkaskúlans, og §§ 32-37 vera somuleiðis galdandi skúlaárini 1993/94 og 1994/95 fyri næmingar, ið fara til víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans.