Við heimild i § 48
i løgtingslóg um fólkaskúl- an hevur Landsskúlaráðið
ásett hesar reglur um arbeiðsnáðir og gott skil i fólkaskúlanum:
§ 1. Í skúlanum skulu vera arbeiðsnáðir og væl
skipað viðurskifti, fyri at skúlin kann verða førur
fyri at náa sínum endamáli. Skúlin eigur tí støðugt at
leggja dent á at skapa sovorðin líkindi, at hugburður næminga
bæði til skúlaarbeiðið og til samveruna við skúlafelagar
og lærarar ber dám av ábyrgd, tryggleika, virðing og sínámillum
áliti.
§ 2. Læraramir eiga hvør sær og í sínámillum
samstarvi at royna at skapa g6ð arbeiðsvið- urskifti bæði
i skúlanum sum heild og í tí ein- staka flokkinum. Gjørt eigur
at verða foreldr- um og næmingum greitt, hvussu umráðandi
tað er fyri alt virksemi skúlans, at tað eru ar- beiðsnáðir
og gott skil i skúlanum. Dentur verður lagdur á at fáa tey at
kenna samábyrgd av, at hesi stevnumið verða framd i verki.
§ 3. Um so er, at trupult er hjá næmingi at trívast og
mennast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar , sum
eru í skúlanum, so má skúlin
tosa við tann einstaka næmingin og við foreldur hansara
fyri at vita, hvør orsøkin til trupulleikarnar man vera.
Gott samskifti mill- um heim og skúla er sera umráðandi í hesum føri.
§ 4. Sum part av undirvísingini skulu næm-ingarnir eftir
besta førimuni gera sítt arbeiði. Teir skulu annars fylgja
teimum áivísingum, teir fáa, og sýna góða atferð í
øllum lutum.
§ 5. Skúlanevndin ger við støði í hesum rund-
skrivi atferðarreglur fyri næmingar skúlans/- skúlanna i
kommununi. Áðrenn atferðarregl- umar verða settar i gildi,
skulu tær verða latn- ar lærararáðnum/felagslærararáðnum
til um- mælis.
2. stk. Næmingar og foreldur eiga at verða gjørd kunnug
við atferðarreglur skúlans.
§ 6. Um næmingur skúgvar til viks skyldu sína at skikka sær
væl, at sýna góðan atburð og at geva arbeiðsnáðir,
og tykjast hvørki samrøður, átalur ellar ávaringarat
hjálpa, so kann tílikur næmingur verða settur eftir ella
fluttur í annan flokk einstakar tímar ella ein dag, um avtala
frammanundan er gjørd við tann móttakandi læraran.
2. stk. Næmingur, ið hóast áminningar og ávaringar letur
vera við at gera tey arbeiði, honum eru áløgd, kann
eisini verða settur eftir 3. stk. Næmingur kann bert verða
settur eftir undir støðugari umsjón. Hann
kann bert sita eftir 1 tima í senn og bert, um heimið framm-
anundan hevur fingið fráboðan. Lærari, ið
setur næming eftir, ger samstundis av, hvat næmingurin ska1
gera, meðan hann situr eftir. 4. stk. Næmingar í l. -3. skúlaári
skulu ikki verða settir eftir.
5. stk. Lærari kann við undirtøku skúla1eiðar- ans
gera av, at næmingur, ið órógvar undirvís- ingina i sínum
egna flokki/bólki, straks kann verða fluttur til aðra undirvísing
i skúlanum einstakar tímar ella tað, ið eftir er av skúla-
degnum.
§ 7. Um næmingur fremur grov brot, og her- ímillum íðuliga
skúgvar atferðarreglur skúl- ans til viks, og sýnir óhøviska
og fyrilitarleysa framferð, so kunnu hesar atgerðir setast i
verk, um hildið verður, at tær í § 6 nevndu fyriskipanir
ikki muna nóg mikið:
a)
Næmingurin verður fyribils fluttur í annan
flokk í skúlanum.
b)
Næmingurin verður varandi fluttur í annan
javnsettan flokk í sama skúla.
c)
Næmingurin verður burturvístur fra undir- vísingini
i mesta lagi 1 viku. Hann kann bert verða burturvístur eina ferð,
í serstøkum føri tó tvær ferðir, í sama skúlaári.
Henda atgerð er annars treytað av, at næmingurin er undir
neyðugari umsjón, meðan hann er burturvístur. Um skúlin
heldur, at næmingurin vegna burturvísing verður meint raktur
undirvísingarliga, so eigur hann at fáa undirvísing hetta tiðarbilið.
Næmingar í 1. -3. skúlaari kunnu ikki verða burturvístir.
d)
Um hildið verður, at serstøk viðurskifti
í skúlanum kunnu vera høvuðsorsøk til atferð næmingsins
sambært 1. punktum, so eigur skúlanevndin í samráð við
skúlaleiðaran og lærarar næmingsins at royna at fáa
hesi viðurskifti broytt. Um hetta ikki eydnast, kann næmingurin
verða fluttur í javnsettan flokk í einum øðrum skúla.
2. stk. Skúlaleiðarin tekur tær í 1. stk. í pkt. a- c
nevndu avgerðir i samráð við lærarar næm-
ingsins og skúlanevnd. Skúlaleiðarin boðar samstundis
foreldrunum/verjanum skrivliga frá avgerðini og býður teimum
at umrøða við- urskifti næmingsins i skúlanum.
3. stk. Avgerð um at flyta næming í annan skúla tekur skúlanevndin
eftir tilmæli fra við- komandi skúlaleiðarum. Skúlaleiðaramir
geva tilmæli sítt í samráð við lærarar næmingsins.
Avgerð eigur ikki at verða tikin, fyrr enn for- eldur/verji næmingsins
hava havt høvi at sagt sína hugsan í málinum.
§ 8. T ær í §§ 6 og 7 nevndu atgerðir kunnu ikki verða
settar í verk uttan við samtykki foreldra/- verja, um næmingarnir
eru í undirvisingar- skyldugum aldri, og um misbrot teirra snýr seg um
ólógliga fráveru úr skúlanum.
§ 9. Kropslig revsing kann ikki verða nýtt.
2. stk. Til tess at forða fyri, at næmingur nýtir harðskap
móti øðrum ella oyðileggur ella skaðar lutir o.a.,
so kann tó megi verða nýtt i neyðugum vavi, og skal skúlaleiðarin
tá straks fáa fráboðan um hetta.
3. stk. Í teirri støðu, sum umrødd er i 2. stk., kann
næmingur straks verða vístur úr flokkin- um, og tekur skúlaleiðarin
síðan avgerð um
§ 10. Eru grundir til at halda, at óhóskandi framferð næmingsins
eina mest stendst av atferðartrupulleikum ella sálarligum líðingurn,
so eigur skúlin ikki at seta tær i § 7 nevndu fyriskipanir í
verk; men fyri at royna at bøta um støðu næmingsins
og stuðla menning hansara eigur skúlin ístaðin at venda sær
til sernámsfrøðiligu ráðgevingina við atliti at
sernámsfrøðiligum stuðuli og/ella til
barnaverndina/-almannaverkið.
2.stk. Vanliga eigur ikki at verða heitt á barnaverndina, fyrr enn
skúlin til fánýtis hevur heitt á foreldrini um sjálv at venda sær
til barnaverndina við málinurn. Foreldrini skulu i øllum førum
verða kunnað um eina og hvørja aheitan á sosialar
myndugleikar. Áheitanir á sosialar myndugleikar eiga vanliga bert at
verða gjørdar í sátt og semju við foreldrini.
3. stk. Tað er vanliga skúlaleiðarin, ið vendir særtil
teir sosialu myndugleikarnar. Hetta eig- ur at verða gjørt í
samráð við ta semámsfrøði- ligu ráðgevingina
og møguliga gjøgnum hana.
§ 11. Hetta rundskriv kemur í gildi
l. august 1994.