Í dag hevði 2.a og 2.b á Glyvra skúla vitjan av ein av teimum framúrskarandi tiltøkunum úr Listaleypinum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Í dag var tað Rakel Helmsdal, sum var á vitjan.

Rakel Helmsdal hevur, saman við tveimum øðrum, skriva bøkurnar um stóra Skrýmsl og lítla Skrýmsl. Við sínari stuttligu og livandi rødd, las hon allar fýra bøkurnar fyri børnunum, meðan myndirnar vóru vístar á stórskýggja. Børnini lurtaðu sera væl eftir, og øll hildu, at søgurnar vóru góðar og spennandi - serliga var tað spennandi, tá ódjórið (sum bara var ein ketta) gekk uppi á takinum og gjørdi at skrýmslini bæði vórðu sera, sera bangin.

Eisini fingu børnini loyvi til at hoyra ta fimtu skrýmslasøguna, og hana hava eingin onnur børn í Føroyum hoyrt, tí hon er ikki útkomin enn. Hon eitur Skrýmslavitjan, og hon handlar um...... á nei, tað kann eg ikki siga tykkum..... tit mugu bíða til bókin kemur út. Men eg kann avdúka so mikið, at tað eru onnur skrýmsl til enn stóra Skrýmsl og lítla Skrýmsl.....

Børnini hildu tað vera sera spennandi at hava vitjan av sjálvum persóninum, sum hevur skrivað bøkurnar, sum tey so mangann hava lisið og hugt í. Jú, eg haldi tað er læruríkt fyri tey eisini. Takk fyri eina góða og hugnaliga vitjan.

Sí myndasavn her