|
Meir um Kitty !
Tey flestu av krígsárunum goymdi lítla Kitty seg
saman við mammuni, pápanum og beiggjanum hjá sær
fyri týskinum. Sjálv sigur hon, at hennara søga
partvís minnir á søguna hjá Onnu Frank. Men tó
var ein stórur munur, nevniliga at Anna Frank
doyði í týningarleguni, meðan hennara dagbók
yvirlivdi. Kitty Jørgensen yvirlivdi kríggið,
men dagbókin varð burtur.
Undir jørð
Sum onnur jødisk børn í 1930’unum
stuttleikaði hon sær við øðrum børnum í spæli.
Men seinnapartin av tríatiárunum gjørdist tað
truplari hjá jødunum, og tá ið kríggið byrjaði,
fluttu fleiri jødiskar familjur. Nógvir jødar
vóru tiknir og førdir til týningarlegur. Teir
jødarnir, ið eftir vóru, máttu ganga við gulum
Dávidsstjørnum.
Á summri í 1942 var støðan so álvarslig, at teir
jødar, ið eftir vóru, máttu fara undir jørð. Ein
prestur í Enschede og nakrir hjálparar hansara
hjálpti teimum at finna eitt goymistað. Kitty og
tey skuldu búgva hjá nøkrum góðum vinum hjá
foreldrunum, men tá ið tey komu hagar, vildu tey
kortini ikki taka ímóti teimum.
– Í síðstu løtu bjóðaði ein húsavørður á
náttúrusøguliga savninum at taka sær av okkum.
Vit hildu, at tað var tí, at pápi var formaður
fyri savnið, at vit fingu loyvi at vera har.
Ikki fyrr enn í 2001 fekk eg at vita, at tað var
presturin, ið hevði skaffað okkum hetta plássið,
greiðir Kitty frá.
Týskararnir leitaðu í húsinum
Í august í 1942 flutti familjan Menko
inn á ovastu hædd á savninum, har øll svóvu
á sama kamari. Her búðu tey næstu tvey
árini.
Í nakrar vikur mátti familjan goyma seg í
einum rúmi undir eini trappu. Orsøkin var,
at týskararnir ætlaðu at seta nakrar
antennur á takið á savninum. Í
middagssteðginum, tá ið savnið varð
afturlatið, kom húsavørðurin og floytaði ein
ávísan hollendskan sang. So læt hann hurðina
upp, og tey fingu eitt sindur av frískari
luft og eitt sindur av mati.
Tá ið antennurnar komu upp, mátti familjan
flyta. Tey fluttu inn hjá eini familju í
hinum endanum av býnum. Tann eina dagin komu
týskararnir at kanna, um jødar vóru inni. Tá
hevði familjan goymt seg undir nøkrum leysum
gólvbrettum, sum aftur vóru fjald av einum
teppi. Týskararnir funnu ikki familjuna.
Páskadag í 1945 komu enskir og kanadiskir
hermenn til Enschede, og jødararnir kundu
aftur nýta at liva í frælsi.
Flutti til Danmarkar
Nøkur ár eftir kríggið kom Kitty til
Danmarkar, og í 1953 varð hon gift við Erik
Krohn Jørgensen. Tey fingu fýra børn. Kitty
gjørdist einkja í 1995.
Kitty vaks ikki upp sum ein ortodoksur jødi,
men tað var tó eitt serjødiskt heim, har hon
lærdi hebraiskt, lærdi at lesa í bønarbókini
og lærdi teir jødisku siðirnar. Seinni
flutti hon seg eitt sindur burtur frá tí
siðbunda jødadóminum, og hon roknar seg í
dag sum ein messianskan jøda, ið merkir, at
hon trýr á Jesus sum Messias.
Moralskt hevur Kitty lært nógv av krígnum.
– Ber ikki hatur til nakran, men stríð móti
tí illa við tí góða, sigur Kitty, sum er
komin til Føroya at greiða frá sínum
upplivingum undir krígnum.
Kelda: Kristiligt Dagblad og Trúboðin
|